mandag, februar 9, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag Vit innflyta nærum 400 túsund tons av gróti og sandi

Vit innflyta nærum 400 túsund tons av gróti og sandi

0 comments

Innflutt varð fyri 10,1 milliard krónur í uppgerðarárinum frá februar 2024 til januar 2025. Tað er 1,1 milliard krónur, ella góð 10 prosent, minni enn undanfarna skeið.

Innflutningurin fyri januar er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá februar 2024 til januar 2025 samanborið við undanfarna uppgerðarár.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 203 milliónir krónur.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 616 milliónum krónum ella 20 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.

Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 februar – januarmunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Tilsamans11.275,010.131,3-1.143,8-10,1
0 – Matvørur og livandi djór2.559,12.297,0-262,1-10,2
1 – Drykkjuvørur og tubbak143,5146,53,12,1
2 – Ráevni til framleiðslu, uttan brennievni377,5288,6-88,8-23,5
3 – Brennievni og aðrar oljur1.739,51.535,8-203,8-11,7
4 – Djóra- og plantuoljur158,3152,1-6,3-4,0
5 – Evnafrøðiligt tilfar940,9958,417,51,9
6 – Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni1.352,51.358,96,50,5
7 – Maskinur, motorar, skip og akfør3.072,82.456,9-615,9-20,0
8 – Ymsar aðrar framleiddar vørur930,8936,75,90,6
9 – Vørur, ikki neyvari flokkaðar0,20,40,2133,7

Kelda:Hagstova Føroya

Í talvuni síggja vit, at munandi minni er innflutt úr Norðuramerika. Hetta er fyri tað mesta tí minni verður innflutt av heilivági, tekniskum tólum og akførum úr USA. Vit síggja eitt skifti frá ES til Evropa annars. Hetta er mest tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.

Innflutningur skiftur á landaøki, uttan skip og flogfør

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 februar – januarmunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Tilsamans10.335,99.562,0-773,9-7,5
ES (27_2020)6.542,64.852,4-1.690,1-25,8
Evropa annars1.850,52.870,81.020,355,1
Norðurafrika20,125,15,125,2
Afrika annars16,717,40,84,5
Norðuramerika285,4171,6-113,9-39,9
Miðamerika og Karibia19,017,5-1,5-8,0
Suðuramerika178,6165,7-12,9-7,2
Miðeystur10,77,6-3,0-28,6
Asia annars972,81.019,146,44,8
Avstralia og Nýsæland25,023,5-1,5-6,0
Oseania og Póløkini annars0,10,1-0,1-51,3
Ógreinað og ókent414,5391,1-23,4-5,6

Kelda:Hagstova Føroya

Innflutningurin úr ES liggur nú aftur á sama støði sum áðrenn 2022, nevniliga á umleið 400 milliónir krónur um mánaðin. Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa annars verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði nógvu tey seinastu árini.

Kelda: Hagstova Føroya Innflutningur skiftur á landaøki, uttan skip og flogfør mió. kr.

Um vit hyggja eftir nøgdunum í vøruinnflutninginum síggja vit, at tvær vørur stinga út – nevniliga olja og grót. Vit innflyta nærum 300 túsund tons av oljuúrdráatum og nærum 400 túsund tons av sandi og gróti. Innflutningurin av sandi og gróti er vaksin við góðum 72 túsund tonsum, ella góð 22 prosent. Hinvegin hava vit innflutt nærum 34 túsund tons minni av fiski til virkingar.

Vørunnflutningur í nøgd skiftur á SITC vørubólkar

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 februar – januarmunur
 2023-242024-25tons%
Tilsamans1.057.544,71.056.729,5-815,3-0,1
00 – Livandi djór10,011,81,818,5
01 – Kjøt og kjøtvørur3.997,33.811,6-185,7-4,6
02 – Mjólkarvørur og egg2.403,22.380,9-22,2-0,9
03 – Fiskur, skeljadjór, lindýr og vørur úr teimum68.221,534.371,7-33.849,8-49,6
04 – Korn og kornvørur21.065,722.188,81.123,15,3
05 – Frukt og grønmeti10.000,09.579,4-420,5-4,2
06 – Sukur, sukurvørur og hunangur1.301,91.377,675,85,8
07 – Kaffi, te,kakao, sjokoláta, kryddarí og vørur úr teimum1.078,01.051,4-26,6-2,5
08 – Fóður (uttan ómalið korn)81.285,085.240,43.955,44,9
09 – Aðrar matvørur2.488,22.408,5-79,7-3,2
11 – Drykkjuvørur5.232,95.193,0-39,9-0,8
12 – Tubbak og tubbaksvørur60,858,1-2,6-4,3
22 – Fræ og fruktir við oljuevnum61,864,22,43,8
23 – Rágummi, bæði tilevnað og eftirgjørt270,349,1-221,2-81,8
24 – Timbur og tundur11.303,412.732,91.429,512,6
25 – Pappírsevni og pappírsburturkast85,827,6-58,1-67,8
26 – Vevnaður og klædnaburturkast77,968,2-9,7-12,5
27 – Tøð og miniral325.143,3397.540,472.397,122,3
28 – Málmur og metalburturkast21,70,6-21,1-97,2
29 – Planturunnin og djórarunnin ráevni53.318,529.490,4-23.828,1-44,7
32 – Kol, koks og brennikubbar251,3384,1132,852,9
33 – Ráolja og framleiðsla úr olju306.717,2292.983,9-13.733,3-4,5
34 – Gass161,8151,2-10,6-6,6
41 – Feitt og djórarunnin olja6,82,2-4,6-68,1
42 – Planturunnin olja og feitt, óviðgjørd20.271,018.826,8-1.444,2-7,1
43 – Djórarunnin ella planturunnin olja, viðgjørd311,5379,968,422,0
51 – Lívrunnin kemikalia1.572,52.091,9519,433,0
52 – Ólívrunnin kemikalia4.648,95.171,2522,311,2
53 – Litevni og barkingarevni1.711,71.795,083,34,9
54 – Heilivágur og apoteksvørur161,4146,6-14,8-9,2
55 – Loftkvæm olja, luktilsi, reinsievni1.784,91.772,9-11,9-0,7
56 – Taðingarevni, viðgjørd3.318,02.820,4-497,6-15,0
57 – Plastikk, óviðgjørt3.822,73.988,2165,64,3
58 – Plastikk, viðgjørt3.092,82.854,4-238,4-7,7
59 – Kemisk evni og vørur i.a.n.12.228,816.479,14.250,234,8
61 – Leður, leðurvørur og tilevnaðir feldar5,78,32,645,5
62 – Tilevnað gummi i.a.n.1.417,91.311,5-106,4-7,5
63 – Timburvørur og tundur, uttan innbúgv5.538,45.508,5-29,8-0,5
64 – Pappír og papp og vørur úr pappírsevnum7.561,47.557,7-3,8-0,0
65 – Tógv, vevnaður og klædnavørur2.997,33.561,7564,318,8
66 – Vørur úr mineralum, ikki málmur47.417,339.208,3-8.209,1-17,3
67 – Jarn og stál6.362,95.966,6-396,3-6,2
68 – Málmur, ikki jarnmálmur394,1364,6-29,5-7,5
69 – Vørur úr málmi i.a.n.10.019,69.854,4-165,1-1,6
71 – Orkumaskinur og motorar434,0395,3-38,7-8,9
72 – Serligar maskinur til ídnaðarbrúk2.155,11.750,3-404,8-18,8
73 – Maskinur til málmvirki64,559,0-5,5-8,5
74 – Maskinur og maskintilfar til ídnað i.a.n.3.009,32.616,6-392,7-13,0
75 – Skrivstovumaskinur, datamaskinur108,893,1-15,7-14,4
76 – Tól til telesamskifti, ljóðupptøku og -sending200,5186,7-13,8-6,9
77 – Ravmagnsmaskinur og -tól, i.a.n.2.574,62.171,2-403,4-15,7
78 – Akfør5.428,84.725,8-703,0-13,0
79 – Skip og onnur flutningstól5.309,54.497,2-812,3-15,3
81 – Byggivørur, hita-, ljós- og sanitetsvørur1.658,71.884,6225,913,6
82 – Innbúgv2.625,32.572,1-53,2-2,0
83 – Taskur, kuffert, ferðalutir40,048,88,922,2
84 – Klæði og klædnavørur482,8484,01,20,3
85 – Skógvar o.a. fótbúni106,4102,9-3,5-3,3
87 – Tøknitól og vísindatól219,3291,071,732,7
88 – Ljóð- og ljósførisvørur25,023,8-1,1-4,5
89 – Aðrar tilevnaðar vørur i.a.n.3.899,63.991,091,32,3

Kelda:Hagstova Føroya

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira