mandag, februar 9, 2026
Home Fólk og Samfelag Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjartaliga tillukku, Kl. sjúkrahús

Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjartaliga tillukku, Kl. sjúkrahús

0 comments

Sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu eri eg ógvuliga fegin og takksamur fyri tað framúr arbeiði, sum gjørt er við gomlu læknahúsini úti í Klaksvík, ið eru blivin ein sonn perla – hjartaliga tillukku!

Tað var hugaligt at fara á gátt hjá Alexandru á Dul, stjóra, og Súsonnu Olsen, varastjóra á Klaksvíkar sjúkrahúsi í dag, nú tær lótu alment upp í nýggja umsitingarbygninginum hjá KS. Sigast má, at talan her er um ein ógvuliga søguligan bygning í Klaksvík, sum við hesum fær nýtt innihald og lív.

Tað er ógvuliga hóskandi, at leiðslan av Klaksvíkar sjúkrahúsi er flutt inn í henda bygning, tí tað var á hesum plássi, at fyrstu læknahúsini blivu bygd í 1872, og 26 ár seinni tóku norðingar og eysturoyingar lógvatak um at byggja fyrsta bygningin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum varð reistur í 1898.

Bæði tann ríka søgan og tað framúr vakra handverkið ger, at ein veruliga merkir søgunnar sús, tá ið ein kemur inn í henda gamla og vakra bygning, sum sigast má, at Landsverk, saman við sjúkrahúsleiðsluni, er komin ógvuliga væl frá. Fuglark hava teknað hesa væl eydnaðu nútímansgerð av søguliga bygninginum.

Tað var í 2011, at býráðið setti ein arbeiðsbólk at skráseta bygningar í kommununi, sum vóru og eru verdir at varðveita, og í 2014 samtykti býráðið tilmælið frá hesum bólkinum, ið skrivaði hetta um ”gomlu læknahúsini”:

”Bæði húsini og urtagarðurin eiga av vera sett í stand og varðveitt sum eitt sjónligt dømi um upprunan til Klaksvíkar sjúkrahús”.

Hetta mál er nú rokkið – hjartaliga tillukku!

Karl H. Johansen
Borgarstjóri

Kelda & myndir: klaksvik.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira