Home Fólk og Samfelag Svarar Rita

Svarar Rita

by Lagt út ÓML

Borgarar verða fremmandagjørdir í egnum samfelag og eitt alsamt lækkandi tænastustøði

Nú peningastovnar byrja at nýta robottar at samskifta við kundarnar og steingja deildirnar klokkan 15 so gerst hetta alt meira ófrættakent fyri kundan. Ringir tú til ein peningastovn eins og fleiri stórar fyritøkur, so fært tú tónleik í oyruni og skal bíða og bíða ella skal tú trýsta á nummar 1 – 2 – 3 – 4 ella 5-6 fyri at koma ígjøgnum. Telefonirnar eru sum oftast bert opnar millum 10 og 15. Ringir tú so beinleiðis til eina deild og skal tosa við starvsfólk so sita tey á fundi, eru á skeið ella hava frí. Kemur tú inn í ein peningastovn so er 1 til 2 kassar og tað sita eini 6 til 8 fólk og gløða eftir kundunum sum hætta sær at koma inn í peningastovnarnar har tey sita í einum opnum kontórlandslagið og sita undir hvørjum orðið sum kundin tosar við kassa damuna um, jú tú læs rætt kassa damuna, tí tað er tað mest vanliga. Hví eitur robotturin hjá Føroya Banka ikki Gulak heldur enn Vita, spyr Vitu – eitur nakar Vita í Føroyum?.

Gevi nú kundunum tað frælsi og virðing teir hava uppiborið, lat verkafólki hava møguleika at koma á gott hjá tykkum eftir vanligan arbeiðsdag, latið kundan sum tosar við kassa damuna ella mannin ið situr við kassan, fáa eitt privat rúm og frið til at avgreiða sítt ørindi. Tað er ikki neyðugt at øll í peningastovninum hoyra at borgarin spyr hvat er saldoin á kontoini, ella kann eg trekkja yvir eg fái skjótte feriuløn v.m. . Fái nú tað menniskjaligu dimisiónina inn aftur í kundatænastuna, so tey eldru ikki kenna seg fremmandagjørd í egnum landi.

óli

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More