Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. mai 2025 uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina omanfyri Argjahamar, matr. nr. 256, Kirkjubøur.
Uppskotið snýr seg um at skipa økið til bústaðabygging, miðstaðabygging og almennan stovn.
Broytingin snýr seg um at nágreina hæddarásetingarnar fyri øki B – Almennur stovnur. Eisini vera ásetingar fyri øki A – Sethús broyttar, til tess at tryggja at nýggja sethúsaøkið verður bygt við sama dámi, sum verandi sethúsaøkið á Argjahamri.
Fylgiskjøl eru somuleiðis dagførd, og lýsa nevndu broytingar.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtyktini omanfyri Argjahamar liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 28. mai 2025 til 9. juli 2025.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 9. juli 2025.
- Serstøk byggisamtykt omanfyri Argjahamar – galdandi
- Uppskot til serstaka byggisamtykt omanfyri Argjahamar – við broytingum
- Kunngerð
Kelda & mynd: torshavn.fo 2 juni 2025
