mandag, februar 9, 2026
Home Fólk og Frítíð Altjóða súkkludagur 3. juni

Altjóða súkkludagur 3. juni

0 comments

Í morgin 3. juni er altjóða súkkludagur. ST hevur valt at halda dagin fyri súkkluni, sum er eitt einfalt, skjótt og umhvørvisvinarligt akfar. Haraftrat er súkkling ein góður háttur at fáa dagliga rørslu og burðardygga ferðslu, sum er við til at minka um bilaferðsluna.

Tórshavnar kommuna vil eggja øllum borgarum í kommununi, sum hava umstøður og møguleika til tess at súkkla til arbeiðis, í skúla, til ítriv og hvar enn so leiðin gongur.

Eisini bjóðar kommunan øllum súkkluáhugaðum, sum leggja leiðina framvið Steinatúni í morgin millum kl. 16 til 17 ein lítlan kaffimunn og eitt gott prát. 

Altjóða súkkludagur – filmur

Kelda: grein og filmur – torshavn.fo 2 juni 2025 Mynd: 123rf.com

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira