Í apríl mánaði 2025 bleiv ein eykajáttan á 28 milliónir krónur samtykt til tess at tryggja, at Dalstunnilin varð liðugur í 2025 – tó er enn ikki greitt, nær hann verður liðugur.
Tað er týdningarmikið, at tá Løgtingið játtar so stórar upphæddir til ítøkilig endamál, at tað er gjørd ein greið ætlan fyri, hvussu pengarnir verða brúktir. Hetta skrivar Johan Dahl, Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Kunning um brúk av játtanini hevur nógv at siga fyri gjøgnumskygnið í arbeiðinum. Somuleiðis er tað ein viðkomandi kunning til teir borgarar, ið dagliga skulu koyra ígjøgnum tunnilin, at teir vita, nær tunnilin er klárur.
Tí havi eg sett Johan Christiansen, landsstýrismanni í samferðslumálum, fylgjandi skrivligar fyrispurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu tær játtaðu 28 mió. kr. til at gera Dalstunnilin lidnan, sum vórðu játtaðar á várið 2025, skulu brúkast, og hvussu nógv av hesari játtan er brúkt pr. 15. september 2025?
2. Kann væntast, at tað verður enn ein eykajáttan umbiðin í 2025?
3. Nær er væntað, at Dalstunnilin kann takast í nýtslu?
4. Hvat av arbeiðinum, ið eftir er at gera fyri at fáa tunnilin lidnan, er ikki boðið út enn og nær kann væntast, at hetta verður boðið út?
Johan Dahl
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Kelda & mynd: Sambandsflokkurin á FB
