onsdag, januar 14, 2026
Home Politikkur Hálvt ár sum landsstýrismaður

Hálvt ár sum landsstýrismaður

0 comments

Hetta skrivaði Eirikur í Jákupsstovu á FB. Hálvt ár síðan, at eg fór fyrsta dagin til arbeiðis sum landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Higartil hevur arbeiðið hvønn dag verið minst eitt av hesum: Stuttligt, spennandi og avbjóðandi.

Hvønn dag havi eg eisini kensluna av at kunna gera mun, men eisini eina kenslu av, at vit kunnu gera tingini enn betri.

Nøkur av málinum, sum eg eri fegin um, at vit hava sett á skrá og vóni, at vit røkka innan stutta tíð eru hesi:

Á almannaøkinum

• Savna demensøkið hjá kommununum.

• Skipa møguleika fyri, at fyritíðarpensjónistar, ið ikki hava kunnað spart upp til eftirløn, kunnu fáa eina eftirlønarviðbót, tá tey gerast fólkapensjónistar.

• Geva smærri vinnurekandi møguleika til at starvsmenn kunnu gerast partur av dagpengaskipanini, tá talan verður um langtíðarsjúkrameldingar.

• Broyta skipanina við fólkapensjón, so pensjónistar áhaldandi fáa rætt pensjónsgjald og tí ikki fáa rokning, um teir arbeiða nakað meira enn væntað.

Á mentanarøkinum

• Skipa Málráðið í trygga legu.

• Strika verkætlanarstuðulin í miðlastuðulsskipanini og hækka stuðulin.

• Geva fólkakirkjuni betri møguleikar at fremja umvælingar og aðrar neyðugar broytingar.

Kelda & mynd: FB Eirikur í Jákupsstovu 11 september 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira