37
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. mai 2025 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Rabarbukvarterið. Endamálið er at varðveita serligu fagurfrøðiligu og siðsøguligu virðini í økinum.
Borgarafundur verður um nýggju serstøku byggisamtyktina hóskvøldið 9. oktober 2025 klokkan 20 í Perluni.
Byggisamtyktina sært tú her:
Uppskotið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 1. oktober 2025 til 12. november 2025.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 12. november 2025.
Kelda: torshavn.fo
