tirsdag, november 11, 2025
Home Fólk og Samfelag Uppskot um broyting av almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu

Uppskot um broyting av almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu

0 comments

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. mai 2025 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu. Broytingin snýr seg um, at nýggj áseting verður gjørd fyri A1 øki í almennu byggisamtyktini, ið við serstakari byggisamtykt loyvir, at grundstykki kunnu vera minni enn 500 m2 í ávísum økjum fyri at varðveita ein ávísan dám í økinum.

Hoyring

Nýggja ásetingin í kap. II, § 5, stk. 12 er soljóðandi:

Í serstakari byggisamtykt kann, fyri eitt natúrliga avmarkað býarumhvørvi, verða loyvt, at grundstykkini til stakhús eru minni enn 500 m2, hetta fyri at varðveita dámin í økinum. 

Partin í almennu byggisamtyktini, kap. II, § 5, stk. 12, sum broytingin snýr seg um, sært tú her:

Tilfarið, ið lýsir broytingaruppskotið, liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 1. oktober 2025 til 12. november 2025.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 12. november 2025.

Kelda: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira