Fíggjarligu avleiðingar, sum standast av at avtaka mótrokningina, eru í svari uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-021/2024 mettar at verða umleið 40-50 mió. kr. árliga.
Avtøka av mótrokningini vil økja um arbeiðsluttøkuna hjá pensjónistunum. Teir, sum longu eru á arbeiðsmarknaðinum, fara at arbeiða meira, og fleiri pensjónistar fara eisini at halda fram við at arbeiða eftir pensjónsaldur
Samanumtikið fara øktar skatta- og mvg-inntøkur at fíggja allan meirkostnaðin hjá landinum.
Sambandsflokkurin hevur í tveimum umførum lagt lógaruppskot fyri løgtingið um at avtaka mótrokningina av arbeiðsinntøkum hjá pensjónistum, og fer framhaldandi at arbeiða fyri at betra um viðurskiftini hjá pensjónistum![]()
Kelda: sambandsflokkurin á FB
