mandag, februar 9, 2026
Home Fólk og Samfelag Álit um málsviðgerðartíðina og vantandi svar frá Umhvørvisstovuni

Álit um málsviðgerðartíðina og vantandi svar frá Umhvørvisstovuni

0 comments

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt tvær klagur um málsviðgerðartíð og vantandi svar frá Umhvørvisstovuni í sambandi við inngangandi teldupostar í tveimum ymiskum málum um ávikavist sundurbýting og samanlegging av matriklum og mvg-afturbering í sambandi við skifti av hitapumpu. Annað málið hevði verið virkið í yvir tvey ár, og hitt í 7,5 mánaðir, og borgararnir høvdu ikki fingið svar, tá teir í fleiri umførum mintu á málið. Umboðsmaðurin helt hetta als ikki vera nøktandi og gav samanumtikið Umhvørvisstovuni eina átalu fyri handfaringina av málinum og fyri ikki at hava nøktandi skjalføring í eina málinum.

Í tíðarskeiðnum 15. september 2025 – 10. oktober 2025 móttók umboðsmaðurin tvær klagur um málsviðgerðartíðina og vantandi svar frá Umhvørvisstovuni í sambandi við inngangandi teldupostar í tveimum ymiskum málum um ávikavist sundurbýting og samanlegging av matriklum og mvg-afturbering í sambandi við skifti av hitapumpu.

Eina málið hevði verið virkið í tíðarskeiðnum 22. august 2023 – 16. september 2025, uttan at avgerð var tikin, og uttan at klagarin hevði fingið svar til áminningarnar, hann sendi í tíðarskeiðnum 8. februar 2024 – 14. apríl 2025.

Hitt málið hevði verið virkið í tíðarskeiðnum 31. januar 2025 – 16. oktober 2025, uttan at avgerð var tikin, og uttan at klagarin hevði fingið svar til áminningarnar, hann sendi í tíðarskeiðnum 10. juni 2025 – 25. september 2025.

Umhvørvisstovan vísti í eina málinum á, at langa málsviðgerðartíðin og vantandi svarið skyldaðist broytingina av journalskipanin í januar 2024, sum hevði við sær, at mál, ið ikki vóru endað, skuldu upprættast av nýggjum, og at málsviðgeri av misgáum ikki varð settur á hesi mál. Umhvørvisstovan greiddi umboðsmanninum frá, at tey nú høvdu tryggjað sær, at málsviðgeri var knýttur at øllum málum, og at mál klagarans var sent í hoyring, og at svar væntaðist í oktober 2025.

Umhvørvisstovan vísti í hinum málinum á, at langa málsviðgerðartíðin og vantandi svarið skyldaðist, at málið var dottið niðurímillum.

Í eina málinum var skjalføringin heldur ikki nøktandi.

Umboðsmaðurin gav samanumtikið Umhvørvisstovuni eina átalu fyri handfaringina av teimum báðum málunum, herundir fyri ikki innan rímiliga tíð at hava fylgt upp í málunum og svarað borgarunum, umframt ikki nøktandi skjalføring. (LUM 25/24863 og 25/27347)

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira