mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Hví salta vit vegirnar?

Hví salta vit vegirnar?

0 comments

Kommunur kring landið brúka hvørt ár tíggjutals tons av salti til at halda vegirnar fríar fyri hálku. Í summum kommunum kann nýtslan fara upp um 100 tons um veturin, og spurningurin er, um tað altíð er neyðugt – og hvørjir fyrimunir og vansar fylgja við.

Er ein kombinera loysn við salting og varmakablum í jørðina ein gongd leið?

Trygd og fyribyrging

Høvuðsorsøkin til salting er ferðslutrygd. Salt lækkar frystipunktið á vatni, og vegirnir verða minni hálir. Hetta minkar um vandi fyri óhappum og tryggjar, at bilar kunnu halda seg á vegnum. Salting verður ofta gjørt fyribyrgjandi – áðrenn kava- ella ísavæta kemur – so vegirnir ikki verða til spegilslættan ís.

Salting tryggjar eisini framkomuleika á høvuðsvegum og í brekkum, har svartakálk annars ger vegirnar vandamiklar. Minni hálka merkir færri óhapp, færri skaðar og lægri útreiðslur fyri samfelagið.

Vansar og avleiðingar

Men salting hevur eisini síni avbjóðingar:

•   Slit á bilar: Salt tærir karrosseri og botn, og eigarar fáa størri viðlíkahaldskostnað.

•    Slit á vegir: Salt kann ávirka asfalt og betong, so vegirnir verða slitnir skjótari.

•    Umhvørvi: Salt dálkar vegirnar, og kann ávirka plantulív og djór.

•    Evja og sandur: Tá salt blandar seg við kava og sand, gerst eitt morla lag, serliga í brekkum. Hetta kann gera, at bilar missa veðtak og ikki fáa bremsa.

•     Óneyðug salting: Í summum førum verður saltað, hóast bilarnir hava vetrardekk og klára kavan væl. Tað kann følast sum óneyðugur kostnaður og er til ampa fyri bilar og fólk.

At salta “beinar og slættar” vegir, kundi verið áhugavert at vita um hetta er neyðugt og fyrimunir og vansar. Bilarnir skulu jú allir hava vetrardekk og skulu kunna bremsa á kavanum, hví sprænir man áhaldandi salt á vegirnar, sum er til skaða bæði á bilar og vegin?. Hendan evja av kava salti og til tíðir sandi, kann verða til ampa og serliga í brekkum, kann hendan evjan gera at akfør ikki fáa veðtak og tískil als ikki fáa bremsa. Eitt er at salta brekkur tá svartakálk er, eitt annað er tá tað toyggjar og hendan evjan liggur sum eitt morla lag í brøttum brekkum og bilar sigla eftir brekkunum og út á høvuðsvegir, hetta er ikki ferðslutrygt men tað mótsætta.

Kostnaður og raðfesting

Tað er dýrt at salta. Ein einstøk kommuna kann brúka meira enn 100 tons av salti ein vetur. Landsverk raðfestir vegir í flokkar, so mest brúktu vegirnir verða tryggjaðir fyrst, men tað er ikki møguligt at salta allar vegir samstundis. Kommunur raðfesta eisini lokalt, men tað merkir, at summir vegir liggja hálir, meðan aðrir verða saltaðir fleiri ferðir.

Spurningurin um eftirmeting

Tað kundi verið áhugavert at vita, um Løgreglan, Landsverk, Ráðið fyri Ferðslutrygd og kommunurnar nakrantíð hava gjørt eina eftirmeting av saltingarátøkunum.

•       Er tað altíð neyðugt at salta so nógv?

•       Kunnu aðrar loysnir brúkast, t.d. sand, grús ella betri raðfesting?

•       Hvussu stórur er munurin á tryggleika, samanborið við kostnað og umhvørvisligar avleiðingar?

Salting av vegum er ætlað at tryggja ferðsluna og minka um óhapp, men tað hevur eisini týdningarmiklar vansar: slit á bilar og vegir, dálking og evjur, sum í summum førum gera akførini verri at stýra. Tað er tí eitt opið spurningstema, um kommunur og myndugleikar hava funnið rættan javnvág millum tryggleika og kostnað.

Hvat siga Kommunurnar og Landsverk?

Kundi verið áhugavert um Løgreglan, Landsverk, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Kommunur nakrantíð hava gjørt eina eftirmeting av hesum ógvusligu saltingarátøkunum ein kommuna kann lættliga nýta meiri enn 100 tons bara ein vetur.

High angle shot of city street covered in white thick snow during winter weather in Poland.

Jarðhiti og orkuloysnir við varmakablum sum alternativ til salting

Í summum londum verða elektriskir varmekablar lagdir í vegastrekkir og brekkur, har tað er serliga bratt og vandamikið. Hetta tryggjar, at vegurin heldur seg frían fyri ísi og hálku uttan salting.
Slík skipan er dýr í íløgu, men kann uppá longri sikt minka um útreiðslur til salting og viðlíkahald, og samstundis verja umhvørvið. Í Føroyum kundu slík loysn verið serliga viðkomandi í Gøtueiðið og á Sandavágshálsi, har vegirnir eru brattir og ferðslan stór. Og í brøttum brekkum í býum.

Bíligari enn tunnilsloysnir
Samanborið við stórar tunnilsloysnir gjøgnum fjøllini er jarðhiti munandi bíligari. Ein tunnil krevur milliardaupphæddir í íløgu og langa byggitíð, meðan jarðhitaskipanir kunnu setast upp á styttri tíð og við munandi lægri kostnaði. Tað ger jarðhiti til eitt realistiskt alternativ í serliga vandamiklum brekkum, har tunnil annars hevði verið einasta loysn.

Vindorka sum orkukelda
Føroyar hava stórar møguleikar innan vindorku, og hon kundi nýtast sum orkukelda til jarðhitaskipanir í vegum. Við at brúka grønari orku til at hita vegirnar, kundi man bæði tryggja framkomuleika og ferðslutrygd, og samstundis minka um útlát og dálking frá salti. Hetta hevði verið ein burðardygg loysn, sum sameinir ferðslutrygd og grøna umlegging.

Les eisini Grein Varmakablar í vestmannavegin: her

Grein Varmakablar í vestmannavegin:

Myndir frá 123rf.com

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira