mandag, april 13, 2026
Home Fólk og Frítíð Báturin hjá kvøldskúlanum flotaður

Báturin hjá kvøldskúlanum flotaður

0 comments

Mikudagin varð báturin, sum er smíðaður á Tórshavnar kvøldskúla, flotaður í Álakeri.

Áhugin fyri bátasmíði er stórur, og tað merkir kvøldskúlin, sum nú hevur latið fimta føroyska bátin úr hondum. Og sætti báturin er longu í gerð.

Báturin verður seinni vinningur á lutaseðli hjá Kiwanis.

Elsa Berg, borgarstjóri, var róðurskvinna á fyrsta túrinum hjá nýggja bátinum. Áðrenn báturin varð flotaður, segði hon millum annað:

“Tann føroyski báturin er ein av okkara størstu og vakrastu mentanararvum. Og tað, at báturin nú eisini er á Unesco-listanum yvir heimsarv, vísir, at vit ikki eru tey einastu, sum halda tað.

Báturin hevur havt alt at siga fyri føroyska samfelagið. Hann bleiv brúktur til at rógva út við, og hann bant oyggjarnar saman.

Jú, gamla orðatakið “bundin er bátleysur maður” hevur sanniliga givið meining.”

“Sum kommuna gleðast vit eisini um, at hetta økið í Álakeri eisini er og verður eitt slag av heimstaði hjá føroyska bátinum, nú kappróðrarfeløgini savnast her.

Vit hava eisini sett innastu plássini við bátabrúgvarnar á Kongabrúnni av til føroyskar bátar, so teir eiga eitt serligt pláss ikki bara í okkara fólkasál, men eisini í okkara bátahyli.

Tí fyri okkum føroyingar er hetta í roynd og veru nógv meira enn bara ein bátur. Vit síggja bátin aftur í minnisvarðum og í búmerkjum, og á ólavsøku og øðrum summarstevnum hevur báturin ein sentralan leiklut fyri okkara samleika sum føroyingar.

Báturin minnir okkum eisini á, hvar vit koma frá, og hann minnir okkum á at hava virðing fyri havinum og náttúruni.

Báturin hevur verið okkara lívsgrundarlag, og í eini bátsmanning sært tú eisini týdningin av samstarvi, samanhaldi og áliti. Eingin rør einsamallur, og tað sæst eisini aftur í okkara samfelagsvirðum, har vit finna styrki í at standa saman og stuðla hvørjumøðrum.

Við hesum orðum vil eg ynskja kvøldskúlanum og Kiwanis til lukku við nýggja bátinum og takka fyri hetta týdningarmikla íkastið til varðveitslu av okkara mentanararvi.“

A group of people gathers around a wooden boat, smiling and engaging, with buildings and vehicles in the background under a partly cloudy sky.

A group of people are engaged in conversation outdoors, smiling and interacting, with wooden structures in the foreground.

A group of people is gathered at a dock, preparing to row a wooden boat adorned with colorful flags. Boats are visible in the background.

A woman rows a wooden boat with several passengers, set against a vibrant red and yellow background on the water.

A group of men in life jackets, seated and holding wooden oars, appear focused and ready for rowing.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira