mandag, april 13, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag Norðoya Sparikassi 30 milliónir í avlopi í 2025

Norðoya Sparikassi 30 milliónir í avlopi í 2025

0 comments

Úrslitið eftir skatt í 2025 var eitt avlop upp á 30,2 mió. kr. samanborið við 47,9 mió. kr. árið frammanundan.

Lægri rentustøði og stakútreiðslur eru høvuðsorsøkirnar til lækkingina í úrslitinum. Samanumtikið er leiðslan nøgd við gongdina í 2025.

Hóvligur vøkstur

Útlánini øktust úr 2.248 mió. kr. upp í 2.349 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 101 mió. kr. ella 4,5%.

Innlánini øktust úr 2.729 mió. kr. upp í 2.982 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 253 mió. kr. ella 9,3%.

Ábyrgdarpeningurin var 38,1 mió. kr. við árslok 2025 og er á sama støði sum árið fyri.

Mælt verður til, at ábyrgdarpeningurin verður rentaður við 5% í 2025, og miðað verður

eftir somu rentu í 2026.

Grundrakstur

Tá sæð verður burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, var grundraksturin hjá sparikassanum 34,6 mió. kr. í 2025, ið verður mett at vera nøktandi.

Gjaldføri og kapitalur

Sparikassin hevur framvegis gott gjaldføri og góðan kapital.

Lyklatalið fyri gjaldførið var 401% í mun til lógarkravda gjaldførið á 100%.

Kjarnukapitalurin var 30,2% í mun til samlaða kapitalkravið á 21,5%. Harvið var

kapitalyvirdekningurin 8,7%-stig, ið svarar til umleið 121 mió. kr.

Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 19. mars 2026.

Ársfrásøgnin sæst her: https://www.ns.fo/um-okkum/um-nordoya-

sparikassa/roknskapir/roknskapir

NORÐOYA SPARIKASSI

Marner Mortensen, stjóri

Savnsmynd: 24fo.news

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira