lørdag, maj 9, 2026
Home Fólk og Samfelag Baldursbráð verður útbygd

Baldursbráð verður útbygd

0 comments

Arbeiðið at útbyggja barnagarðin á Norðoyri gongur væl. Eftir ætlan letur nýggi parturin av náttúrubarnagarðurin Baldursbrá upp eftir ólavsøku, og tá verður tá pláss fyri 35 børnum afturat. Sostatt verður tilsamans plássið fyri 80 børnum í Baldursbrá.

Vivian Bjartalíð, leiðari í Náttúrubarnagarðinum Baldursbrá, sigur, at tørvur er á fleiri barnagarðsplássum í kommununi, tí er gleðiligt at tað gongur bæði væl og skjótt at víðka um barnagarðin á Norðoyri.
Ætlanin er at verandi stovnur og útbyggingin skulu hava somu leiðslu, umframt at stórur partur av núverandi spæli- og útiøki eisini verður felags.

Tað er Norðhús sum byggir barnagarðin fyri Klaksvíkar kommunu. Verkætlanin er mett at kosta 9,2 milliónir krónur.

Kelda & mynd: klaksvik.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira