Í hesum sambandi verða allir borgarar í økinum bodnir at vera við til ein arbeiðsdag leygardagin tann 22. apríl, har øll í felag gróðurseta og planta náttúruøkið.
Dagurin byrjar kl 11.00 við kaffi og morgunbreyði afturvið, og síðani fara øll at gróðurseta. Hevur tú hug til at vera við til at gera náttúruøkið í Dalinum Langa, so minst til at taka tín egna spaka við.
Beint fyri páskir varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Urtagarðstænastuna um at gera ætlaða náttúruøkið í Dalinum langa, sum býráðið samtykti at fara undir beint fyri jól 2022.
Ætlanin varð boðin út til 4 veitarar, ið allir lótu inn tilboð. Eftir viðgerð av innkomnum tilboðum fall valið á Urtagarðstænastuna.
Náttúruøkið verður skipað við gróðurseting, soleiðis at økið í støðum er tætt, fjálgt og viðarlundakent og í støðum opnari, so dalurin og vátlendi í stóran mun verða varðveitt.
Tilsamans verða væntandi umleið 50.000 trø plantað í økinum. Tórshavnar kommuna hevur í sambandi við ætlanina samskift við vinnugrannar um at luttaka í plantingini, sum verður í økinum uppat vinnustykkjunum eystanfyri Dalin langa.
Í náttúruøkinum verða fleiri gonguleiðir, uppihaldsøki, rørslu- og spæliøki, so økið verður framúr ískoyti til trivnað fyri borgarar.
Nú er sáttmáli undirskrivaður við Urtagarðstænastuna, og arbeiðið farið í gongd. Ætlanin verður væntandi liðug á sumri í 2024.
Kelda & mynd: torshavn.fo