Home Fólk og Frítíð Hjartaliga tillukku við stórhøllini við Tjarnir

Hjartaliga tillukku við stórhøllini við Tjarnir

by Lagt út ÓML

Ein heilsan frá borgarstjóranum í sambandi við handanina av stórhøllini við Tjarnir. – So eru vit her í stórbæru stórhøllini, sum nógvar kreftir hava lagt ómetaliga nógva orku í. Og eg vil fegin nýta høvið at bera tykkum eina heilsan og ynskja hjartaliga til lukku!

Her hevur verið arbeitt dag og nátt fyri at fáa alt liðugt, og eg má siga, at tað er flott komið á mál. Og tað er ikki bara her í endaspurtinum, tí alt arbeiðið við stórhøllini hevur gingið væl og skjótt og verið sera væl skipað.

*

Fyri stuttum var eg boðin niðan her á vitjan. Tað var ein góð vitjan, men eitt, ið eg serliga legði til merkis, var, júst hvussu væl skipað. Tí ein serlig heilsan til tykkum øll sum á ymsan hátt hava verið partur av arbeiðnum. Eg legði til merkis, hvussu øll vistu hvør í sær og niður í smálutir júst hvat, hvør einstakur skuldi gera. Tað ber brá av góðari verkætlanarleiðslu men serliga eisini av góðum fólkum.

Flott!

Eisini vil eg nýta høvið at takka leiðsluni her í Stórhøllini við Tjarnir. Longu nú eru lunnar lagdir undir einari høll fyri øll og sum fer at skapa rammurnar fyri nógvar góðar, serstakar, spennandi og fjølbroyttar upplivingar.

Tað er einki minni enn óført!

Eisini er vert at framhevja valið um at nýta føroysk staðarnøvn í høllini og valið at geva rúm fyri list á hægsta støðið – av hesum framúrskarandi listaverkinum hjá Edvardi Fuglø. Tað er fegnast um og styrkir okkara mál, mentan og list.

So enn einaferð vil eg fegin ynskja hjartaliga til lukku við stórhøllini! Og eg gleði meg til nógvar spennandi løtur her.

Elsa Berg, borgarstjóri

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More