Í gjár klokkan 18.00 var var mentunarnáttin sett. Tað var Elsa Berg, borgarstjóri, sum setti Mentanarnáttina, sum hevur verið hvørt ár síðan 2001, koronaárið undantikið.
Í setanarrøðuni segði hon millum annað:
“Hetta fyrsta fríggjakvøldið í juni blómar mentanin sum so mangt annað hesa ársins tíð.
Seinni henda mánaðin hevur ljósið næstan vunnið heilt á myrkrinum og vit kunnu njóta longsta dag á árinum.
Henda tíðin hevur eisini givið mongum mentafólki íblástur og evni at gera okkurt burturúr.
‟Minnist tú í haganum, eitt summarkvøld í juni?
Kámt ígjøgnum sirmatám vit sóu hús og veg,
Hagagras og væta var, ein egin, ørur hugni,
sum eg aftur kenni, hvørja stund eg síggi teg.”
Soleiðis yrkti marglistamaðurin Hans Jakku Glerfoss í yrkingini, sum stutt og greitt eitur ‟Juni”.
Jú, sanniliga er henda tíðin, nú vit njóta Mentanarnáttina, ein hin besta á árinum.”
“Tað gongur eisini sjón fyri søgn, at Mentanarnáttin ferð eftir ferð prógvar sítt virði.
Ikki minst, tí hon fær okkum at ressast, so vit søkja hesar upplivingar, heldur enn at velja sofuna.
Men eisini tí, at vit hvør og sær vilja gerast partur av tí góða felagsskapi, býurin er í kvøld.
Tað snýr seg jú heldur ikki bara um mentanarligu tilboðini, ið vit kunnu síggja á eini skrá.
Nei, tað er eisini njótingin av at møta vinum og kenningum, og so at fáa eitt smíl og kanska eitt prát.
Henda eina dagin verða vit onkursvegna – á ein heldur serligan hátt – mint á okkara felags grundarlag og mentanararv.
Mentanin vísir okkum, hvussu væl røtur okkara hava fest seg, so vit kunnu vaksa og mennast.
Hetta ger seg galdandi fyri hvønn einstakan av okkum, men eisini fyri okkum øll sum tjóð.”
“Í kvøld er Havnin skrýdd sum ein veitslubýur, tí Mentanarnáttin er eisini ein fólkaveitsla.
Vit gleðast um tað, vit kunnu uppliva, eins og vit gleðast um tey, vit møta og heilsa uppá.
Tað er stuttligt at síggja, hvussu feløg og felagsskapir eitt sovorðið kvøld vísa sínar bestu síður.
Ja, vit kunnu siga, at vit eru vitni til, at tað er so nógv, sum blómar um kapp við náttúruna.
Okkara livandi mentanarlív, ið byggir á so nógvar og ymiskar tættir, eigur kvøldið í kvøld.
Mentanarnáttin stimbrar tað natúrliga forvitni hjá okkum øllum, bæði børnum og vaksnum.
Kanska koma á gátt onkrastaðni, vit ikki plaga, og kanska gerast vit bilsin og enntá ovfarin.
Í øllum førum hava vit bestu umstøður fyri at síggja, hoyra og uppliva góða mentan í kvøld.
Tað ger Mentanarnáttina til hesa ‟lítlu ólavsøkuna”, ið vónandi enn einaferð ríkar okkum øll.
Við hesum orðum vil eg lýsa Mentanarnáttina 2025 at vera setta.
Takk fyri!”
Kelda & myndir torshavn.fo – juni 2025