mandag, januar 19, 2026
Home TP Heimið við Vallalíð 20 ár

Heimið við Vallalíð 20 ár

0 comments

Týsdagin hátíðarhelt Heimið við Vallalíð, at 20 ár nú eru liðin, síðani fyrstu búfólkini fluttu inn.

AURAMYNDIR Vallalíð20áraføðingardagur 20251104 141620

Húskórið “Sangfuglarnir” framførdi fyri teimum vitjandi, og endaði dagurin við góðum veitslulagi frá Harmonikumonnum.

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, kom í røðu síni júst inn á heimliga og hugnaliga dámin, ið eyðkennir Heimið við Vallalíð.

A view of a coastal town with colorful houses, a flag flying, and a distant mountain under a cloudy sky.

Her er brot úr røðuni:

“Í dag eru 20 ár liðin, síðani fyrstu búfólkini fluttu inn higar í Heimið við Vallalíð, ið var fyrsta heim av sínum slagi í Føroyum. 

At byrja við varð arbeitt eftir Eden-hugsjónini, sum leggur serligan dent á at skapa eitt heimligt og lívsjáttandi heim. Her vóru húsdjór, so sum hønur, dunnur og kettur, og serligur dentur varð lagdur á mat og matgerð í køkinum, sum var sjálvt hjartarúmið. Í havanum stóð ein hjallur, har kjøt og fiskur vórðu ræsað og turkað, og borðreitt var eftir árstíðini við fugli, fiski, grind og øllum frá slaktinum. Eitt skifti var ein verkætlan, har ungir menn flettu í stovuni, veltu eplir og hoyggjaðu og mangt annað, og eisini høvdu tit rabarbur.

Alt broytist við tíðini og soleiðis eisini Heimið við Vallalíð, sum nú verður rikið meira sum eitt vanligt røktarheim. Onkur av tykkum, sum var við til at byggja heimið upp frá byrjan, er her enn, og tað fortelur okkum eisini eitt sindur um tann góðan trivnað, ið her er. Enn sum áður stremba tit øll eftir at gera tað fjálgt og gott búgva her, samstundis sum tit gera hetta til eitt gott arbeiðspláss. Kettur, hønur og dunnur eru her við sama lag, og tann heimligi dámurin hongur við.

A woman with curly hair speaks into a microphone, holding a piece of paper, in a well-lit indoor setting.

Og so ikki at gloyma kórið Sangfuglarnar, tí yvirhøvur er sanggleðin sera stór.

– Sum tað hevur verið frá byrjan til dagin í dag, hevur heimið framúr dugnalig starvsfólk, ið brenna fyri sínum arbeiði. Tit eru við til at skapa teimum, sum búleikast her, eitt gott og trygt heim, og takk skulu tit hava fyri tað. Stutt sagt hevur Heimið við Vallalíð øll árini verið merkt av einum serliga hugna og fløva, sum vit eisini merkja í dag.

Tí er tað mær ein gleði vegna Tórshavnar kommunu at kunna ynskja tykkum hjartaliga tillukku við hesum 20 góðu árunum.”

A choir performs indoors, wearing black outfits with blue scarves. An audience sits at tables, enjoying the performance.
A group of people is singing, with one woman in the foreground holding a music sheet and pointing at the lyrics.

A woman speaks at a microphone in a room with a green tablecloth, while attendees listen. Flowers and decor are on the table.

A group of people is gathered around a display board filled with photos, while two men engage in conversation.

A tabby cat walks through a spacious indoor area, with soft lighting and furniture in the background.

Kelda & myndir: torshavn.fo 5 nov.2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira