mandag, januar 19, 2026
Home Politikkur Løgtingsins Vinnunevnd verið á kunningarferð í Sveis

Løgtingsins Vinnunevnd verið á kunningarferð í Sveis

0 comments

Í døgunum 13. – 19. septembur 2025, var Løgtingsins Vinnunevnd á kunningarferð í Sveits. 

Á myndini: Limirnir í Løgtingsins Vinnunevnd. Frá vinstru Árni M. Dam, Uni Holm Johannesen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Erhard Joensen, formaður, Annika Olsen, Árni Skaale og Jørgen Niclasen.

Sveis er býtt upp í 26 kantonir, sum eru lutvíst sjálvstýrandi. Landið er millum tey í Europa, ið hava hægst lutfall av útlendingum. Miðallívsævi á 82,6 ár er tað næsthægsta í heiminum aftaná Japan. Fólkatalið er tvífaldað síðan fyrst í 20. øld, og umleið 3/4 av fólkinum býr í býarøkjum. 

Sveits hevur eina stýrisskipan við beinleiðis fólkaræði, og tað merkir, at øll uppskot kunnu koma til fólkaatkvøðu. Eitt nú varð avgjørt í 2009 við fólkaatkvøðu, at tað ikki skuldu kunna verða bygdar fleiri minarettir (mjátt torn við mosku). Í 2013 var fólkaatkvøða um at leingja árligu frítíðina við tveimum vikum, úr fýra upp í seks vikur, men tað uppskotið fall við umleið 2/3 av atkvøðunum ímóti. 

Sveis hevur fýra almenn mál: týskt (sveisiskt týskt), franskt, italienskt og romansh, og kortini eru tað 21% av fólkunum, ið ikki hava eitt av hesum fýra málunum sum móðurmál. 

Ferðafrásagnin er at lesa her. 

Kelda og mynd: logting.fo 18.nov 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira