mandag, januar 19, 2026
Home TP Ókeypis at hava børn á stovni í desember

Ókeypis at hava børn á stovni í desember

0 comments

Foreldur við børnum á dagstovnum í Tórshavnar kommunu fáa ein fíggjarligan lætta í jólamánaðinum, tí kommunan hevur gjørt av at strika dagstovnagjaldið fyri desember.

Fíggjarliga hevur tað gingið væl hjá kommununi í ár, og avgjørt er at geva barnafamiljum ein ágóða av hesum. Tí verður dagstovnagjaldið hjá foreldrum, sum hava børn í vøggustovu, barnagarði, forskúla ella frítíðarskúla, strikað í desember.

“Vit vóna, at hetta fer at lætta um hjá barnafamiljum í jólamánaðinum, tá tað ofta er nógv annað at gjalda,” sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

Tað kostar kommununi 4,2 mió. krónur at strika dagstovnagjaldið í ein mánað. Hetta verður fíggjað við meirinntøkum, sum kommunan hevur havt í ár.

Tórshavnar kommuna arbeiðir eisini við skipanarligum broytingum á dagstovnaøkinum. Millum annað er ætlanin frá komandi ári at minka barnabólkarnar á stovnunum, og byrjað verður við vøggustovunum.

Kelda & mynd: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira