mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Opið hús á Høgabóli og avdúking av vinnara

Opið hús á Høgabóli og avdúking av vinnara

0 comments

Fríggjadagin, hin 9. januar, bjóðar Runavíkar kommuna til opið hús í nýumvældu ráðhúsunum á Høgabóli.

Opið hús verður frá kl. 15 til 17, tá vinnarin av verkætlanarkappingini Glyvra skúli og musikkskúli verður avdúkaður.

Fimm arkitektafyritøkur/samtøk lótu inn hugskot til sniðgeving og heildarráðgeving av næstu stóru verkætlanini í Runavíkar kommunu. Hesi vóru:

  • BBP
  • Henning Larsen
  • MAP
  • SNA
  • ZETA

Til høvið vera øll innkomnu uppskotini sýnd fram, so tilber at síggja, hvussu komandi menningar- og mentanardepilin í kommununi fer at síggja út.

Á skránni vera harumframt røður, tónleikur og søtt ábit.

Øll eru hjartaliga vælkomin á Heiðavegi 54!

Kelda & mynd: runavik.fo – 07. januar 2026

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira