fredag, oktober 9, 2026
Home TP - TÓRSPORTALURIN Starvsdagar á Brandstøðini

Starvsdagar á Brandstøðini

0 comments

1. oktober hevur Tórshavnar Sløkkilið ársdag, og í ár eru 93 ár síðan, at sløkkiliðið varð stovnað. Eisini hesa ferð varð høvið nýtt til at heiðra fleiri fólkum, sum hava verið í starvi í nógv ár. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna

Heini S. Østerø og Petur Mohr Sigurstein byrjaðu báðir sum sløkkiliðsmenn 1. oktober í 1996, og hava 30 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, og fingu teir tí heiðursbræv og silvurmedalju fyri trúgva tænastu.

Toni Dam hevur 25 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, og fyri tað fekk hann gávu frá Tórshavnar kommunu.

Karis við Brúgv og Mortan A. M. Poulsen hava 20 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum og fingu 20 ára anciennitetstekn.

Sløkkiliðið heiðraði Erla á Bøgarði á Smið, Atli H. Lamhauge Christoffur Dam og Sigmund A. Johanneson sum øll hava havt 10 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum. 

Tórshavnar kommuna ynskir øllum hjartaliga til lukku við takk fyri góða og trúgva tænastu.

Heini S. Østero og Petur Mohr Sigurstein fingu eisini silvurmedalju fyri 30 ár á sløkkiliðnum

Toni Dam hevur 25 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum.

Tórshavnar Sløkkilið fevnir um alla Suðurstreymoy við støðum í Kollafirði, Kaldbak, Nólsoy, Velbastað og Hesti umframt høvuðsstøðina við Oyggjarvegin

Kelda & myndir:torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira