Home Politikkur Ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum í Keypmannahavn fríggjadagin

Ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum í Keypmannahavn fríggjadagin

by Lagt út ÓML

Hósdagin 9. januar fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, til Keypmannahavnar. Á skrá er ávegis ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum. 

Hetta er aðru ferð at skipa verður fyri ávegis ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum í januar mánaði. Fyrstu ferð var í fjør.

Føroyar yvirtóku um ársskiftið formansskapin í samstarvsráðnum, og vanligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða tí í Føroyum í juni.

“Tíverri gerst støðan í heiminum alsamt meiri spent og óviss. Tað er kríggj í Ukraina og Miðeystri, og stórveldini vísa ein øktan áhuga fyri Arktis og norðurleiðum. Tí hevur tað størri týdning enn nakrantíð áður, at Føroyar, Danmark og Grønland hittast regluliga á ráðharrastigi og umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna, og hvussu hetta ávirkar samstarvið millum londini.“ Aksel V. Johannesen, løgmaður

Til ríkisfundin, luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.

Síðani verður fundur í samstarvsráðnum, har føroysku umboðini luttaka saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ráðharrum. Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.

Faktaboks – luttakarar til fundin í samstarvsráðnum

Føroyar

  • Aksel V. Johannesen, løgmaður
  • Sirið Stenberg, varaløgkvinna og landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
  • Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
  • Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Danmark

  • Mette Frederiksen, forsætisráðharri
  • Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri
  • Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri
  • Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri

Grønland

  • Múte B. Egede, landsstýrisformaður
  • Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og sjálvstýrismálum
  • Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í  vinnu-, ráðevnis-, lógar- og javnstøðumálum
  • Erik Jensen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Kelda & mynd: tinganes.fo

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More