Home Uncategorized Stórt mál um rúsevnasmugling í rættin í næstu viku

Stórt mál um rúsevnasmugling í rættin í næstu viku

by Lagt út ÓML

Eitt mál um smugling av uml. 3,8 kg av amfetamini og uml. 23 kg av hassji til Føroyar skal viðgerast í Føroya Rætti í næstu viku.

Seks fólk – fimm menn og ein kvinna – eru ákærd fyri at hava smuglað uml. 3,8 kg av amfetamini og uml. 23 kg av hassji við seglbáti úr Danmark til Føroyar við tí endamáli at selja víðari. Fýra av teimum ákærdu vóru handtikin í Føroyum í august í fjør, meðan tveir av teimum ákærdu vóru handtiknir í Danmark í januar í ár. Øll seks fólkini hava sitið í varðhaldi síðani handtøkuna.

Amfetamin er bólkað sum eitt serliga vandamikið og skaðiligt rúsevni. 3,8 kg. av amfetamini, sum málið snýr seg um, er ein óvanliga stór nøgd av amfetamini í Føroyum, og tann størsta einstaka nøgdin í einum máli higartil í Føroyum.

Føroya Politi og NSK (National Enhed for Særlig Kriminalitet) í Danmark hava arbeitt tætt saman í samband við kanningararbeiðið í málinum. Harumframt hava bæði TAKS og Skattestyrelsen í Danmark hjálpt politinum við kanningararbeiðnum.

Av tí at tað eru seks ákærd í málinum, sum øll sita í varðhaldi, eru hølini hjá Føroya Rætti í C. Pløjensgøtu ov lítil. Rættarmálið verður tí viðgjørt á Hotel Hafnia.

Kelda politi.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More