Læs eina viðmerking hjá Jóan Pauli í Geil á Norðlýsinum har hann sigur at tað ikki skal vera pensjóns aldur men pensjóns ansinitetur sum skal avgera nær fólk sleppa uppá pensjón tvs um tað verður sett 45 ár í starvið so sleppur tú uppá pensjón, so er tað sosialt rættvíst og á tann hátt tryggjar Føroyar eina sosialt rættvísa pensjónsskipan.
Hetta er essensurin í einari sosialt rættari pensjónsskipan. Um ein persónur fer til arbeiðis sum er 16 ár so kann viðkomandi fara uppá pensjón tá hann er 61 ár. Um viðkomandi fór til arbeiðis sum 18 ára, so sleppur persónurin av arbeiðsmarknaðinum við pensjón sum 66 ár.
16 ár + 45 ár á arbeiðsmarknaðinum =61
18 ár + 45 ár á arbeiðsmarknaðinum =63
20 ár + 45 ár á arbeiðsmarknaðinum =65
22 ár + 45 ár á arbeiðsmarknaðinum =67
24 ár + 45 ár á arbeiðsmarknaðinum =69
26 ár + 45 ár á arbeiðsmarknaðinum =71
28 ár + 45 ár á arbeiðsmarknaðinum =73
30 ár + 45 ár á arbeiðsmarknaðinum =75
Tað eru persónar sum fara til skips sum 16 ára gamal ella 18 ár og eisini fleiri sum fara í læru sum ung. Tá hesi hava strevast á arbeiðsmarknaðinum í 45 ár tá, eru tey oftani merkt av hesum, og kunnu fara tíðliga uppá eftirløn.
So eru tað tey sum taka langar útbúgvingar og koma seint á arbeiðsmarknaðin, so um tey skulu fáa fulla almenna pensjón, so skal ein sum byrjar at arbeiða sum 30 ára gamal / gomul fáa fulla almenna eftirløn tá tey eru 75 ár.
Hetta er ein pensjónsskipan sum er sosial rættvís. At krevja at ein sjómaður skal arbeiða til hann er 75 ár og sum fór til skips sum 18 ára gamal ber ikki til.
So uppskotið um pensjóns “ansinitet” er sera viðkomandi og lætt at seta í verk.

