Eiðiskvinnan Magna Eliana Mørkøre tók tann 1. mars sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.
Magna er 38 ára gomul, sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiðir sum dygdarmennari í VEKS. Hetta er triðju ferð, at Magna tekur sæti sum varafólk fyri Javnaðarflokkin í hesum valskeiðinum.
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Magna Eliana Mørkøre 157 atkvøður. Magna tekur sæti á løgtingi fyri Ingilín D. Strøm, sum er í farloyvi til 31. mars.
Javnaðarflokkurin ynskir Magnu hjartaliga vælkomnari aftur á ting.
Kelda & mynd: javnaðarflokkurin – j.fo 5 mars 2025
21. november 2024 var 28 ára gamla Birita Matras Petersen tók sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.

Hetta skrivaði Javnaðarflokkurin:
Birita er úr Klaksvík og hevur júst lokið útbúgving sum søgufrøðingur á Fróðskaparsetri Føroyar. Hon hevur í fleiri ár verið virkin á Norðoya Javnaðarfelagi og í ungmannafelagnum SU.
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Birita Matras Petersen 159 atkvøður. Hetta er aðru ferð at Birita tekur sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.
Javnaðarflokkurin ynskir Biritu hjartaliga vælkomnari á ting.
