Vit hava hoyrt frá miðlunum at Veðurstovan boðar frá Góðveðursvika fyri framman, og hetta er ikki fyrstu ferð at vit fáa hesi boð ella forsøgn
Tað er lítið hugaligt at vit á Vágsumri fáa at vita at tað eru góðveðursdagar fyri framman og møguliga eitt sindur av regni. Nú hevur tað regna og mjørki um alt Føroya land í einar tveir dagar. Somuleiðis var eina aðru ferða sagt, var frá góðveðursviku tá var kavi og vindur krapi – vátaslettingur í Klaksvík. Í Danmark hendir tað seg eisini at veðurfólkini boða frá góðveðrið 25 gradir v.m. og ikki raka rætt, men tað ganga eini tveir til tryggir dagar so er aftur sól og summar.
Men at vit hava sett á stovn eina veðurstovu, sum so vítt eg veit skuldi geva útróðrarmonnum og sjómonnun betur lokal veðurtíndir, til í dag at tosa um góðveðursvikur sum ikki koma so er betur einki at siga. Teir gomlu søgdu veðrið má sær ráða. Eg hugsi um fiskifrøðingarnar sum spáa um fiskiskap ár fram í tíðina, og vit sum menniskju enn ikki klára at spáa um veðrið teir komandi tveir dagarnar. Gott summar øll somul.
I Danmark siga tey at tað er ein verðuligur summardagur tá tempratúrurin er omanfyri 25 gradir. Í Føroyum mugu vit eisini hava eina reglu fyri hvussu vit definera eina summarviku.
