Tey ungu skulu arbeiða minni og tey eldru skulu tvingast til at arbeiða longri.
Fólk sum eru 68-69 ár skulu tvingast til at arbeiða longri les meira her frá Fólkaflokkinum á FB:
Er eingin rímligheit í løgtinginum?”, spurdi Jørgen Niclasen, tá uppskotið um pensjónsaldur var fyri.
Samgongan samtykti at hækka pensjónsaldurin upp á 70 ár í gjár. Man tosar um, at tað er neyðugt, so vit fáa fleiri hendur á arbeiðsmarknaðin.
Samstundis sigur samgongan, at arbeiðsvikan skal styttast, og tað ger, at vit fáa tørv á minst 1000 fulltíðarstørvum afturat á arbeiðsmarknaðin, ið longu nú hevur stóran tørv á arbeiðsmegi.
Ætlanirnar hjá samgonguni um, at tey eldru skulu arbeiða meir, og tey yngru skulu arbeiða minni, hongur ikki saman og versnar um haldføri.
Kelda: Folkaflokkurun FB
