søndag, december 7, 2025
Home Politikkur Tillagingar av miðfyrisitinginiSpurningar:

Tillagingar av miðfyrisitinginiSpurningar:

0 comments

Bárður á Steig Nielsen hevur sett fram ein skrivligan fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini. Hann spyr millum anna: Hvørja ávirkan fara fíggjarligu sparingarnar av átøkunum at hava á starvsfólkatalið í miðfyrisitingini?

Skrivligurfyrispurningur eftir § 52aí TingskipaniniSpyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður

Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður

Evni: Tillagingar av miðfyrisitinginiSpurningar:

1.Hvussu tryggjar løgmaður sær,at uppsøgdu landsstýrisfólkini fylgja ásetingunum um ábyrgd landsstýrismanna?

2.Hevur løgmaður álagt uppsøgdu landsstýrisfólkunum somu avmarkingar, sum tá ið val verður útskrivað?3.Hvørja ávirkan fara fíggjarligu sparingarnar av átøkunum at hava á starvsfólkatalið í miðfyrisitingini?

Viðmerkingar:

Trý landsstýrisfólk hava fingið at vita frá løgmanni, at tey eru uppsøgd við virknaði frá 1. desember 2025, og faratí framhaldandi at fyrisita síni málsøkir næstu vikurnar, eins og tá ið val verður,og landsstýrisfólk fyrisita síni málsøkir,til nýtt landsstýri verður valt. Tá val verður útskrivað,verður tað frá løgmanni lagt band á landsstýrisfólkini, sum bara skulu útinna neyðugt framhaldandi virksemi.

Hóast áhaldandi áheitanir heilt frá byrjan av hesum valskeiðinum um ikki at vaksa um miðfyrisitingina, helt løgmaður,og samgongan,fast um, at hetta var neyðugt fyri at fremja tey politiskt raðfestu økini, og økti talið av landsstýrisfólkum og aðalráðum heilt upp í níggju.

Samstundis helt løgmaður fast við,at hetta ikki fórat hava nýggjar útreiðslur við sær. Nú skjótt trý ár eru farin av valskeiðinum, og eftir at ein nevnd bleiv sett og kom við tilmæli um at skerja taliða av aðalráðumniður til seks, er løgmaður komin til,at ikki er neyðugt at hava so stóran yvirbygnað fyri at fáa raðfestu málini framd.

Tøl, sum nú eru komin fram, siga,at sparingarnar av at lækka talið av aðalráðum niður í seks eru einar 20 mió. kr.,hóast tað sambært løgmanni ikki hevði eyka útreiðslur við at hækka talið av aðalráðum uppí níggju.

Á Løgtingi, 7. november 2025

Bárður á Steig Nielsen

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira