Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2023 eru ásettar

Føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2023 eru ásettar

by Lagt út ÓML

    

Føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2023 eru ásettar
Dennis Holm

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins í dag tikið avgerð um at áseta føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2023 eftir sama leisti sum undanfarin ár.

Føroyska svartkjaftakvotan fyri 2023 verður 483.042 tons samsvarandi 38,6 prosentum av strandarlandakvotuni á 1.251.403 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um svartkjaft í London 14. oktober í fjør.

Føroyska norðhavssildakvotan fyri 2023 verður 112.713 tons samsvarandi 22,05 prosentum av mest loyvdu veiðu á 511.171 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um norðhavssild í London 14. oktober í fjør.

Kelda og mynd: fisk.fo 3 mars 2023

You may also like

Leave a Comment