tirsdag, august 4, 2026
Home Fólk og Samfelag Styrkt samstarv og økt virksemi kring Føroyar

Styrkt samstarv og økt virksemi kring Føroyar

0 comments

Í dag hitti Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, danska verjumálaráðharran, Jeppe Bruus, sum vitjar í Føroyum á fyrsta sinni. Á fundi í Tinganesi umrøddu teir, hvussu verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark kann styrkjast enn meira. Partarnir vóru samdir um, at virksemið í og kring Føroyar longu frá í ár verður økt stigvíst og í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar.

    Styrkt samstarv og økt virksemi kring Føroyar

 Økta virksemið verður skipað sum eitt felags samstarv millum Føroyar og Danmark, har átøk verða framd, samskipað og eftirmett í samstarvi millum donsku verjuna og føroyskar myndugleikar, harímillum VØRN. Millum annað kann talan verða um felags venjingar, stuðul til NATO átøk í økinum,  umframt hjávera av skipum og flogførum. Hetta fer at styrkja førleikarnar at tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum.

Í verandi trygdarpolitiska landslagnum er tað ein greið raðfesting at styrkja verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar, Danmark og okkara sameindu. Tí er tað eisini avgerandi, at avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, verða tiknar í Føroyum,  og at átøk, ið viðvíkja Føroyum, verða framd í tøttum samstarvi við myndugleikarnar í Føroyum.

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum 

Umframt fundin í Tinganesi vitjaði verjumálaráðharrin Føroya Tele og á Sornfelli saman við landsstýrismanninum. 

Kelda og myndir: ufmr.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira