Tórsbreyt er ein týðandi partur av ítróttarumhvørvinum í Havn, og nú er arbeiðið á breytini loksins liðugt. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo

Breytin er dagførd og uppstigað og kann nú geva enn betri karmar til frælsan ítrótt, venjingar, kappingar og rørslu. Umvælingin er eisini ein týðandi liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar, sum verða hildnir í Føroyum komandi ár.
Í samband við uppstiganina bjóðaði Tórshavnar kommuna øllum til hátíðarhald á Tórsbreyt.
Elsa Berg, borgarstjóri, helt røðu.


Eg havi fingið óteljandi boð hesi seinastu tíðina við sama spurninginum: Nær verður Tórsbreyt liðug? Tað er ein spurningur, sum eg gleðist um. Sjálvandi havi eg glett meg til at fáa arbeiðið liðugt, men allarmest tí, at spurningurin sigur mær, hvussu nógv henda breytin hevur at siga fyri tey, sum brúka hana.
Ein sjónlig broyting er, at breytin er víðkað og umvæld, so hon nú hevur átta geilar til 100 metra renning. Eisini er stangarlop komið afturat. Hetta hevur við sær, at breytin nú kann góðkennast til fleiri altjóða kappingar.

Tórsbreyt var tikin í nýtslu í 2008
Tað eru 18 ár síðan, at fyrstu fetini vórðu tikin á Tórsbreyt, og hon hevur í nógv ár verið ein týdningarmikil karmur um frælsan ítrótt í Føroyum, sum hevur ment seg nógv seinastu mongu árini. Hóast breytin hevur verið góð, so hevur í rúma tíð verið tørvur á at gera ábøtir og fáa betri umstøður. Í sambandi við fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar 2027 varð eisini staðfest, at Tórsbreyt hevði tørv á ábøtum fyri at lúka neyðugu kappingarkrøvini. Tí varð ferð sett á at fáa gongd á arbeiðið at dagføra og umvæla breytina.

Tá Tórsbreyt kom, minnist eg kensluna av, at nú hevði frælsi ítrótturin veruligar umstøður. Eina ordiliga rennibreyt – ein nýggj tíð.Tað eru 18 ár síðan. Breytin hevur verið nógv brúkt. Hon hevur verið partur av óteljandi venjingum, kappingum, metum og sigrum. Hóast frælsur ítróttur er ein einstaklingaítrótt, so er felagsskapurin alt annað. Tú hevur liðfelagar, venjarar, foreldur og onnur rundan um teg. Tey, sum venja saman við tær, stuðla tær, koyra teg til venjing, vinka teg farvæl til bussin, standa við síðuna av tær á kappingardegnum og gleðast við tær, tá tað eydnast. Og tað er kanska júst hetta, sum er so serligt við frælsa ítróttinum. Tú kappast sum einstaklingur, men mennist saman við øðrum, segði Elsa Berg í røðuni til hátíðarhaldið í dag.
Meira enn ein rennibreyt
Eitt gott ítróttarumhvørvi snýr seg ikki bara um úrslit og ítrótt, og tí er Tórsbreyt eisini meira enn ein rennibreyt. Hon er eitt savnandi og fevnandi stað, har fólk koma saman at renna og ganga. Har møtast børn, ung, vaksin og eldri. Her møtast tey, sum venja hvønn dag, og tey sum ganga fyri at røra seg. At umvæla og uppstiga Tórsbreyt er tí ikki bert ein íløga í eina rennibreyt, men eitt stig á leiðini at geva ítróttinum og feløgum betri umstøður og betri karmar fyri rørslu í kommununi – fet fyri fet.
Tórsbreyt er ikki bert fyri ítróttarfólk. Hon er fyri øll. Her hava børn runnið og kanska tikið fyrstu fetini. Her koma fólk at ganga nakrar rundir. Nøkur fyri at fáa pulsin upp eina løtu. Onnur fyri eina góða samrøðu. Her koma skúlaflokkar. Og summi renna, tí tey hava sett sær eitt persónligt mál. Ein góð ítróttarbreyt er ikki bert fyri tey, sum vilja vinna kappingar. Hon skal eisini vera eitt stað, har tað er lætt at byrja. Og har má eg bara staðfesta, at Tórsbreyt hevur tænt okkum væl og verið ein týdningarmikil karmur um ymisk sløg av felagsskapi í nógv ár.
Eins og við øllum sum verður nógv brúkt, so kemur eisini ein tíð, har tað er neyðugt at betra um og gera ábøtir. Tað er eisini orsøkin til, at vit eru her í dag, nú breytin er umvæld, dagførd og uppstigað. Tað var neyðugt. Ítrótturin hevur ment seg. Krøvini til umstøðurnar eru broytt, og neyðugt var at tryggja, at breytin lúkar altjóða krøv. Tað er sera týdningarmikið, nú vit standa á gáttini til Oyggjaleikirnar 2027, segði Elsa Berg í røðuni til hátíðarhaldið í dag.
Arbeiðsgongdin
Arbeiðið er gjørt í samstarvi millum Tórshavnar kommunu og Sp/f MAP ARKITEKTAR sum høvuðsráðgeva. Í januar 2026 bjóðaði Tórshavnar kommuna arbeiðið út til høvuðsarbeiðstøku. Níggju arbeiðstakarar vórðu bodnir við til innbodna lisitatión. Sp/f Grettir hevði lægsta boðið, og hevur staðið fyri høvuðsarbeiðstøkuni, við Sp/f Laiderz og Sp/f EM Asfalt sum undirarbeiðstakarum.
Um Tórsbreyt
Arbeiðsánari:
Tórshavnar kommuna
Høvuðsráðgevi:
Sp/f MAP ARKITEKTAR
Høvuðsarbeiðstakari:
Sp/f Grettir
Undirarbeiðstakarar:
Sp/f Laiderz
Sp/f EM Asfalt

