1. oktober búðu 55.616 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 881 fólkum, ella 1,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Nettoflytingin stóð fyri meginpartinum av vøkstrinum. Hetta skrivar Hagstovan

Ferð er komin á fólkavøksturin aftur eftir nøkur ár við lutfalsliga lítlum vøkstri. Nærum 900 fólk ella 1,6 prosent løgdust afturat seinasta árið. Seinast, fólkatalið vaks so nógv, var fyri seks árum síðani. Meginparturin av vøkstrinum kemur frá nettoflytingini, sum er nærum tíggjufaldað í mun til undanfarna tíðarskeið.
Nettoflytingin økir um fólkavøksturin
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin á 881 fólk seinasta árið kom av einari nettoflyting á 699 fólk og einum burðaravlopi á 182 fólk. Burðaravlopið broyttist ikki stórvegis, men so var ikki við nettoflytingini. Hon var nærum tíggju ferðir størri enn í undanfarna tíðarskeiði. Broytingin í nettoflytingini stavar bæði frá, at færri fluttu úr Føroyum, og at fleiri fluttu til Føroya.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.
Fleiri uttan bústaðartilknýti
Av teimum, sum fluttu til Føroya seinastu mánaðirnar, vóru fleiri uttan bústaðartilknýti enn við bústaðartilknýti. Myndin niðanfyri vísir ein vøkstur í fólkatalinum seinastu mánaðirnar millum tey, sum ikki høvdu bústaðartilknýti.
Vaksandi nettoflyting
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað vísir, at gongdin í tilflytingini er vaksandi, meðan gongdin í fráflytingini er minkandi. Tað gevur samanlagt eina vaksandi nettoflyting. Les meira her
Kelda Hagstovan 10 nov. 2026
