Home Fólk og Samfelag Skriv til Barna- og útbúgvingarmálaráðið í sambandi við klagu um vantandi frítíðartilboð til barn við serligum tørvi

Skriv til Barna- og útbúgvingarmálaráðið í sambandi við klagu um vantandi frítíðartilboð til barn við serligum tørvi

by Lagt út ÓML

Umboðsmaðurin hevur fingið eina klagu um, at eitt barn, ið hevur serligar avbjóðingar, ikki fekk tilboð um frítíðarskúla, tá skúlarnir høvdu frí, av tí at upplatingartíðin hjá frítíðarskúlanum fylgdi skúlagongdini. Klagað varð í hesum sambandi um, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið ikki enn hevði framt eina fráboðaða endurskoðan av dagstovnalógini. Umboðsmaðurin helt tað vera harmiligt, at arbeiðið við endurskoðanini ikki var komið longri, men helt seg ikki hava grundarlag fyri at átala Barna- og útbúgvingarmálaráðið fyri nýttu málsviðgerðartíðina. Umboðsmaðurin mælti tó til, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevði Barnarættindasáttmálan í huga í sambandi við arbeiðið at endurskoða dagstovnalógina.

Klagað varð um, at eitt barn, ið hevur serligar avbjóðingar, ikki fekk tilboð um frítíðarskúla, tá skúlarnir høvdu frí. Hetta var grundað á, at upplatingartíðin hjá frítíðarskúlanum, ið ásett er í dagstovnalógini, fylgdi skúlagongdini.  

Klagað varð í hesum sambandi um, at ein fráboðað endurskoðan av dagstovnalógini enn ikki var komin á mál.

Klagan var eitt framhald av aðrari klagu frá februar 2023, har umboðsmaðurin tók mál upp av egnum ávum við Barna- og útbúgvingarmálaráðið um nágreining av heimildini í dagstovnalógini fyri upplatingartíðum hjá frítíðarskúlum (LUM 23/05988).

Í niðurstøðuni av málinum, dagfest 23. august 2023, var greitt, at ráðið og umboðsmaðurin ikki høvdu somu fatan av heimildini. Barna- og útbúgvingarmálaráðið kunnaði tá umboðsmannin um, at dagstovnalógin fór at verða endurskoðað í næstum. 

Barna- og útbúgvingarmálaráðið boðaði, í sambandi við viðgerðina av nýggju klaguni,  umboðsmanninum frá, at farið nú var í gongd við at endurskoða dagstovnalógina, og úrslitið av hesum væntandi fór at verða lagt fram á vári 2025.

At arbeiðið við at endurskoða dagstovnalógina ikki var komið longri, helt umboðsmaðurin vera harmiligt. Hetta tí at tað fyri ávísar borgarar hevði alstóran týdning at kenna úrslitið av hesum arbeiði.

Umboðsmaðurin helt seg tó ikki kunna átala Barna- og útbúgvingarmálaráðið fyri nýttu málsviðgerðartíðina. Hesa fatan grundaði umboðsmaðurin á, at ráðið og umboðsmaðurin ikki vóru samd um, hvussu heimildin fyri upplatingartíðum í dagstovnalógini skuldi tulkast. Í hesum høpi metti umboðsmaðurin seg ikki kunna vísa burtur tulkingina hjá ráðnum, sum í ávísan mun kundu metast at samsvara við ta virkisfrælsi, ið sambært dagstovnalógini varð lagt til kommunurnar at skipa økið. Harafturat helt umboðsmaðurin tað ikki vera heilt greitt, hvussu viðurskiftini kring ansing fóru at verða skipaði í komandi dagføringini av dagstovnalógini. Umboðsmaðurin gav sær tó far um, at ætlanin, sambært ráðnum, var, at børn og familjur teirra skuldu uppliva eitt meiri samanhangandi tilboð. 

Umboðsmaðurin gjørdi vart við týdningin av Barnarættindasáttmálanum í mun til lóggávuarbeiðið. Víst varð serliga á, at skipanarlig viðurskifti, ið fevndu um børn, eiga at hava barnsins besta fyri eyga og taka barnsins sjónarmið við.

Umboðsmaðurin mælti til, at komandi dagføringin av dagstovnalógini átti at lýsa og taka støði í bestu loysnini fyri Føroya børn, so at tilboð um tænastu og støði á hesi tænastu ikki tilvildarliga varð tengt at, hvar í landinum børnini búgva. (LUM 24/15211)

Kelda: lum.fo 5-11-2024

You may also like

Leave a Comment