mandag, februar 9, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Tøkan av laksi 100.000 tons

Tøkan av laksi 100.000 tons

0 comments

Hetta skrivar Búskaparráðið –Tøkan av laksi er økt í 2025 og væntast eisini at økjast í 2026. Tøkan er nú um 100.000 tons.

Mynd 1 vísir útfluttu nøgdirnar av laksi, sum 12-mánaðar leypandi samanlegging, umframt útflutningsvirðið. Útflutningsvirðið frá juli 2024 til juni 2025 varð slakar 5,9 mia. kr, meðan tað var góðar 5,8 mia. kr. sama tíðarskeið árið fyri. Hóast útflutningsvirðið er nærum óbroytt í tíðarskeiðinum, er útflutta nøgdin nógv økt og var frá juli 2024 til juni 2025 sløk 100.000 tons. Tað er ein vøkstur á 22% samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Tað eru sostatt veksandi nøgdirnar, sum halda virðinum á laksaútflutningunum uppi, meðan lági prísurin togar niður.

Á myndini sæst, at eindarprísurin á útfluttum laksi er fallin so at siga gjøgnum alt 2025. Eindarprísurin er fallin góð 20% fyrstu 6 mánaðirnir í 2025, samanborið við sama tíðarskeið í 2024.

Stóri vøksturin í altjóða útboðum av superior laksi í ár (serliga útboðnum úr Noregi), hevur viðført, at laksaprísurin er fallin nógv higartil í 2025. Høvðusorsøkin er ein koppseting móti vetrarsári.

Les eisini:

2,3 mia. kr í avlopi á handilsjavnanum

Ymiskt treysti í vinnuni

Les heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira