Av: Óli M. Lassen – 12. november 2025
Nú Føroya Løgtingið skal undir at samtykkja Uppskotið um at prosjektera og bjóða út Suðuroyartunnil er talan um størstu verkætlan í landsins søgu. Nevniliga at gera ein søguligan undirsjóvartunnil til Suðuroyar uppá 26 kilometrar. Í hesum sambandi, kemur løgtingslimur Árni M. Dam við fleiri viðmerkingum.
Hetta er ein verkætlanin, sum skal knýta Suðuroynna við Sandoy og harvið alt Føroyar saman við vegakervið. Hetta er ein “tjóðarbygging, sum vil nakað”. Men samstundis er hon ein “stór avbjóðing”, sum kann seta føroyska búskapin í eina vaðastøðu um grundarlagið undir verkætlanini ikki verður tryggjað.

Hetta er boðskapurin frá løgtingsliminum, sum í einum ítøkiligum áliti vísir á ósamdar serfrøðingar og fíggjarligar váðar í verkætlanini.
Tað vísir seg at tað í Løgtinginum er stórur meiriluti fyri at fremja stóru verkætlanina. Men ein nýggj veljarakanning frá november vísir, at stuðulin er blandaður: 54% av føroyingum taka undir við verkætlanina, um hon er fíggjarliga haldførð, og 56% eru ímóti, um tað ikki er tilfeldið.
Ein framskygd visjón við stórum váðum
Suðuroyar tunnilin er tann mest slóðbrótandi verkætlan í føroyskari søgu: Ein 26 km langur tunnil undir Atlantshavinum.
Løgtingslimurin leggur fyri við at sláa fast: “At knýta Suðuroynna til restina av Føroyum við einum undirsjóvartunnil er í sær sjálvum ein framskygd verkætlan og vil vera tjóðarbygging, sum vil nakað.” Hann vísir til kend orð frá Nelson Mandela: “It always seems impossible until it’s done.”
Men hóast verkætlanin er gjørlig við dagsins tøkni – sum onnur lond hava sannað – so er hon sera avbjóðandi, bæði tekniskt og fíggjarliga. Arni M. Dam vísir á, at tað er “einki fordømi at hella seg uppat”, og at kostnaðurin, máldur í mun til BTU, er fleirfalt hægri enn í øðrum londum. Hetta setir spurnartekin við, hvør ávirkanin verður á føroyska samfelagið næstu nógvu árini.
Linjuføring: 2B (Traðardalur) fram um 1A (Djúpadalur)?
Ein av teimum stóru stúranum er linjuføringin. Løgtingslimurin stúrir serliga fyri at ósemjan er stór millum fremstu serfrøðingarnar: Landsverk (LV), konsulentfirmað KMJ (Kristian Stórhamar, Jón Sigurdsson og Mourits Joensen) og Tunnilsfelagið (TF). “Tað er sera órógvandi, at okkara fremstu serfrøðingar á økinum eru grundleggjandi ósamdir um at kalla alt í samband við verkætlanina,” sigur hann.
Eftir at hava sett seg inn í tilfarið – men sum nýggjur limur bert fekk fimm dagar til at meta um tilfari – heldur hann at linjuføring 2B (frá Traðardali) er “greitt tann mest skynsama”. Her eru høvuðsargumentini:
- Trygd og tilbúgving: Við 2B kunnu tveir tunnilsmunnar liggja tætt saman, so ein tilbúgvingarstøð røkkur til báðar. Longu í 2021 vísti LV á Traðardal sum tryggasta leiðina.
- Kostnaðarnýtsla: Nýggjasta greiningin frá Brand Sjúrðason á Landsverk vísir, at 2B – uttan Sandslíð og við styttri norðasta parti – gevur besta nettunýtsluvirði (NNV).
- Tekniskar avbjóðingar: 2B leggur upp til boring úr fýra støðum (Traðardalur, Skúvoy norður/suður, Suðuroy), sum hálverar teinirnar (max 5,5 km per teinur). Ímóti stendur 1A, sum krevur tveir langar teinar uppá 10-12 km – tvær ferðir longri enn tað, vit hava roynt áður (t.d. hálvur Sandoyartunnilin). Kritikkur frá Kasperi Nordmele undirstrikar, at boriferðin í langum tunlum fer av at verða seinni, og at “síðsti kilometur er tann dýrasti”.
- Váðar við Djúpadal (1A): TF’s frágreiðing hevur “nógv fyrivarni”, sum løgtingslimurin sær sum tekin um ósemjur. Manglar seismiskar og jarðfrøðiligar kanningar áleiðini, og váðarnar undir havinum eru størri (17,33 km undir sjónum vs. 16,95 km fyri 2B, men meira á landi).
Tó vísir TF á, at 1A hevur styrkir í vinkulrættari boring gjøgnum fláirnar, sum minkar váðan. Løgtingslimurin heldur tó, at 2B er besta valið í verandi støðu:
“Alt tikið við – herundir nógvu fyrivarnini/váðarnar – so kann eg í verandi støðu ikki peika á aðra linjuføring enn ta úr Traðardali.” Sigur Árni M. Dam í frágreiðing hann hevur skriva.
Fíggjarligur vági – Kann búskapurin halda? – árligt lánsgjald 383 mió. kr.
Tað stórstað ivamál er fíggingin. Løgtingslimurin brúkar royndirnar frá Eysturoy- og Sandoyartunlinum sum dømið: Samlaður kostnaður var 16,3% hægri enn innkomnu tilboðini (og 38-42% hægri enn fyrstu mettar). Suðuroyar tunnilin er mettur til 4,875 milliardir krónur (P50-stig, 50% sannlíki), men við sama meirkostnaði verður tað 5,673 milliardir uttan rentu – og upp í 6,629 milliardir við rentu í byggitíðini. Árligt lánsgjald: 383 milliónir krónur yvir 30 ár.
Hann vísir til altjóða professaran Bent Flyvbjergs “Iron Law of Megaprojects”: “Over budget, over time, under benefits – over and over again.” Bert 0,5-1% av stórum verkætlanum halda seg innan mettar, og í infrastrukturi er meirkostnaðurin oftast 100-200%.
| Kostnaðarmeting (við P50) | Beløb | Viðmerking |
| Upprunaliga mettur kostnaður | 4,875 mia. kr. | Meting á P50-stigi (50% sannlíki) |
| Við 16,3% meirkostnaði | 5,673 mia. kr. | Meirkostnaður 798 mió.kr. |
| Samlaður kostnaður (við rentu) | 6,629 mia. kr. | Lánsgjaldið er 383 mió. kr. árliga (4% renta yvir 30 ár). |
“Best case scenario”, sigur løgtingslimurin, men leggur aftrat 100 milliónir krónur árliga frá fíggjarlógini – sum eisini skulu fíggjast.
Samfelagslig ávirkan:
Økt skuld kann elva til hægri skatt og gjøld, sum kann gera tað trupult at fáa fólk heim aftur. Við vaksandi talið av pensionistum, minkandi kvotur, óstøðugum laksaprísum (ávirkað av Trump-tollum?) og geopolitiskum óvissum (Russland-Ukraina, USA-Kina) er haldførið undir trýsti. Løgtingslimurin ávarar: “Um haldførið ikki er tryggjað og skuldin samstundis økist munandi, kann tað hava álvarsamar avleiðingar” – og Moody’s kann niðurraðfesta Føroyar.
Risa íløga og mega prosjekt kann gerast veruleiki
At stórir meiriluti er í Løgtinginum kann føra til at Suðuroyar tunnilin verður veruleika innan eini 10 til 12 ár. Um tann verulig kostnaðarmeting fer at liggja innanfyri tað sum løgtingslimir meta er ráðiligt at brúka uppá at samanbinda alt landið.
Men Árni M. Dam vísi á at: “Tað er alt avgerandi, at tað er rætta linjuføringin, sum verður vald nú!!” Og: “Haldførið í landsbúskapinum er trygt og varandi. Áðrenn tílík verkætlan fer av bakkastokki!!”
Árni M. Dam vísir á, at “einki fordømi [er] at hella seg uppat”, og at kostnaðurin, máldur í mun til BTU (Bruttotjóðarúrtøka), er “fleirfalt” hægri enn í øðrum londum. Hetta setir spurnartekin við, hvør ávirkanin verður á føroyska samfelagið næstu nógvu árini.
“Tað er sera órógvandi, at okkara fremstu serfrøðingar á økinum eru grundleggjandi ósamdir um at kalla alt í samband við verkætlanina,” sigur hann.
Løgtingslimurin vísir á, at tey “nógvu fyrivarni/váðarnar”, sum Tunnilsfelagið sjálvt peikar á við farleiðini úr Djúpadali (1A), talar fyri, at “hann í verandi støðu ikki kann peika á aðra linjuføring enn tað úr Traðardali (2B).”
Løgtingslimurin endurtekur tað, hann metir vera tað mest avgerandi:
“Tað er alt avgerandi, at tað er rætta linjuføringin, sum verður vald nú!!”
“Tað er alt avgerandi, at haldførið í landsbúskapinum er trygt og varandi. Áðrenn tílík verkætlan fer av bakkastokki!!”
Frágreiðingin sæst her
