onsdag, august 26, 2026
Home Vinna Útflutningurin til Kina er vaksin yvir 430 milliónir krónur
24.fo

Útflutningurin til Kina er vaksin yvir 430 milliónir krónur

0 comments

Samlað varð útflutt fyri knappar 14,3 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá juli 2025 til juni 2026. Tað eru 1,4 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið. Hetta skrivar Hagstovan

Fiskavøruútflutningurin er vaksin góðar 1,4 milliardir krónur, ella 11,8 prosent. Útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli er minkað.

Útflutningsvirðið á laksi vaks nærum 700 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 11,9 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks næstan 22 túsund tons, ella 22 prosent.

Útflutningsvirðið á toski er vaksið knappar 290 milliónir krónur, ella 22,9 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 3,4 prosentum.

Vøruútflutningur í virði skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26

 juli – junimunur
 2024-252025-26mió. kr.%
Tilsamans12.892,714.292,71.399,910,9
Fiskavøruútflutningur12.053,713.474,81.421,111,8
00900 – Laksur5.878,56.578,4699,911,9
01200 – Svartkjaftur298,8255,8-43,0-14,4
01300 – Toskur1.264,51.554,3289,822,9
01500 – Hýsa226,9380,1153,367,6
02100 – Upsi345,7470,7125,136,2
03600 – Sild558,4627,969,512,4
03800 – Makrelur1.700,31.589,1-111,3-6,5
04001 – Lodna16,3198,1181,71.113,4
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði175,3214,138,722,1
08601 – Fóður476,4411,8-64,6-13,6
09700 – Fiskamjøl317,0153,8-163,3-51,5
09800 – Lýsi8,015,77,897,4
Annar fiskur787,71.025,1237,430,1
Ikki fiskur839,0817,9-21,1-2,5

Kelda:Hagstova Føroya

Vøruútflutningur í nøgd skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26

 juli – junimunur
 2024-252025-26tons%
Tilsamans613.059,4576.004,3-37.055,1-6,0
Fiskavøruútflutningur525.944,6489.016,3-36.928,3-7,0
00900 – Laksur99.669,1121.628,221.959,122,0
01200 – Svartkjaftur115.405,852.964,6-62.441,2-54,1
01300 – Toskur19.082,219.725,5643,33,4
01500 – Hýsa6.615,68.802,92.187,233,1
02100 – Upsi11.303,411.772,4469,04,1
03600 – Sild51.491,574.104,122.612,543,9
03800 – Makrelur98.108,263.805,3-34.302,9-35,0
04001 – Lodna719,614.162,613.443,01.868,2
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði40.144,150.257,710.113,625,2
08601 – Fóður32.145,027.833,8-4.311,2-13,4
09700 – Fiskamjøl22.809,910.242,3-12.567,6-55,1
09800 – Lýsi729,71.574,7845,0115,8
Annar fiskur27.720,532.142,34.421,816,0
Ikki fiskur87.114,886.988,0-126,8-0,1

Kelda:Hagstova Føroya

Útflutningurin av fiskavørum skiftur á landaøki

Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES, “Asia annars”, “Afrika annars” og til Miðeysturs. Størsti vøksturin til asiatiska marknaðin er til Kina, ið stendur fyri góðum 432 milliónum krónum av vøkstrinum. Í Miðeystri stendur laksur til Ísraels fyri nærum 87 milliónum krónum av vøkstrinum. Útflutningurin til ES er vaksin við nærum 1,2 milliardum krónum. Harav er útflutningurin til Spania vaksin við 292 milliónum krónum, og til Fraklands við 241 milliónum krónum. Útflutningurin til “Evropa annars” er minkaður góðar 400 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands minkaður við 244 milliónum krónum.

Útflutningur av fiskavørum skiftur á landaøki

12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26

 juli – junimunur
 2024-252025-26mió. kr.%
Tilsamans12.053,713.474,81.421,111,8
ES (27_2020)5.743,66.893,91.150,220,0
Evropa annars3.306,12.906,0-400,1-12,1
Norðurafrika93,5100,77,27,7
Afrika annars117,2231,6114,597,7
Norðuramerika1.716,61.742,726,11,5
Miðamerika og Karibia0,00,10,1420,5
Suðuramerika0,00,00,0
Miðeystur59,1191,3132,2223,6
Asia annars1.017,61.408,4390,838,4
Avstralia og Nýsæland0,00,00,0
Oseania og Póløkini annars0,00,00,0
Ógreinað og ókent0,00,00,0

Kelda:Hagstova Føroya 20 august 2026

Sjey lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Spania, Kina, Danmark, Bretland, Niðurlond og Russland. Útflutningurin til Kina vaks nógv fram til endan av 2019, men minkaði síðani nógv í byrjanini av 2020. Síðani tá, er mánaðarligi útflutningurin til Kina fleirfaldaður frá umleið 20 milliónum krónum um mánaðin til nú at liggja millum 100 og 150 milliónir krónur um mánaðin. Mánaðarligi útflutningurin til Spania er vaksin úr umleið 20 milliónum krónum í 2018, til nú at vera góðar 100 milliónir krónur í miðal um mánaðin. Somuleiðis er útflutningurin til Niðurlond meira enn trífaldaður síðani 2021, og nærkast nú 90 milliónum krónum mánaðarliga.   

Les meira her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira