Arbeiðið við at yvirtaka málsøkið rúsandi evni er komið so væl áleiðis, at lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið í morgin – fríggjadagin 28. august 2026. Hetta skrivar Heilsumálaráðið.
Endamálið við yvirtøkuni er, at føroyskir myndugleikar betri og skjótari skulu kunna tillaga reglurnar á økinum, tá nýggj rúsandi evni koma á marknaðin.
Í dag er málsøkið felagsmál, hóast føroyskir myndugleikar longu umsita og í høvuðsheitum fíggjað málsøkið. Hetta merkir, at tað kann taka drúgva tíð at fáa nýggj rúsandi evni sett á føroyska listan yvir evni, sum einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál.
– Tað er ikki nøktandi, at eitt rúsandi evni kann vera bannað í Danmark, men framvegis vera lógligt at flyta inn til Føroya, tí føroyska lóggávan ikki er dagførd. Við at taka ábyrgdina á føroyskar hendur kunnu vit reagera skjótari og tryggja, at lóggávan fylgir við menningini á rúsevnamarknaðinum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.
Heilsu- og orkumálaráðið hevur staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum og hevur eisini gjørt lógaruppskotið, sum ásetur, hvussu heimildir og skyldur verða fluttar frá donskum til føroyskar myndugleikar.
Løgmaður, sum varðar av yvirtøkumálum, leggur sjálvt uppskotið um formliga at yvirtaka málsøkið fram. Samstundis leggur landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum uppskotið um tær myndugleikaflytingar, sum skulu tryggja, at føroyskir myndugleikar kunnu umsita økið eftir yvirtøkuna, fram.
– Hetta er eitt ítøkiligt stig í arbeiðinum at styrkja føroysku tilbúgvingina á rúsevnaøkinum. Tað snýr seg fyrst og fremst um heilsu og trygd og um, at vit skulu kunna handla, tá nýggj og vandamikil evni vísa seg, sigur landsstýriskvinnan.
Verða uppskotini samtykt, kemur málsøkið eftir ætlan undir føroyskt málsræði 1. januar 2027.
