torsdag, august 27, 2026
Home Fólk og Frítíð Flestu ferðafólkabátar lúka krøvini 

Flestu ferðafólkabátar lúka krøvini 

0 comments

Sjóvinnustýrið og Føroya Politi hava í summar haft eitt eftirlitsátak, har smærri ferðafólkabátar kring landið vórðu kannaðir. Kanningarnar vísa, at flestu bátarnir lúka galdandi krøv, men í nøkrum førum vórðu feilir og manglar staðfestir.  

Í tíðarskeiðinum frá juni til august framdi Sjóvinnustýrið 17 kanningar av 13 ymiskum ferðafólkabátum.  

Í trimum av kanningunum vórðu frávik staðfest. Millum annað, at kravd manning ikki var umborð, og at manglar vóru við trygdarútgerð og trygdarvegleiðing.  

Kortini er høvuðsniðurstøðan, at støðan í vinnuni yvirhøvur er góð. Av teimum bátunum, sum høvdu ferðafólkaloyvi, høvdu flestir viðurskiftini í lagi, bæði tá ið talan var um manning, útgerð og onnur trygdarkrøv.  

– Okkara uppgáva er at tryggja, at ferðafólk kunnu kenna seg trygg, tá tey keypa sær ein túr við einum ferðafólkabáti. Men hóast úrslitini eru jalig, so vísir átakið eisini, at tørvur framvegis er á regluligum eftirliti, sigur Sjóvinnustýrið.  

Sambært yvirliti hjá Sjóvinnustýrinum eru í dag 37 bátar við galdandi ferðafólkaloyvi í Føroyum. Av teimum eru 23 góðkendir til vinnuliga sigling við upp til 12 ferðafólkum.  

Sjóvinnustýrið boðar frá, at samstarvið við Føroya Politi heldur fram, og at ófráboðað eftirlit eisini verður gjørd frameftir.  

Meira fæst at vita í frágreiðingini um eftirlitsátakið, sum nú er tøk á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum. 

Les alla frágreiðingina her.

Kelda & mynd:fma.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira