Home Fólk og Samfelag Skattalætti, hægri barnafrádrátt og íløgur til frama fyri borgaran í Eysturkommunu

Skattalætti, hægri barnafrádrátt og íløgur til frama fyri borgaran í Eysturkommunu

by Lagt út ÓML

Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini 2024 varð viðgjørd á býráðsfundi tann 26. oktober. Tær stóru yvirskriftirnar eru skattalætti, hækkaður barnafrádráttur og íløgur fyri smáar 60 mió.

Fíggjarætlanin varð einmælt samtykt á býráðsfundi hóskvøldið 26. oktober.

Skattastigið fyri 2024 er ásett at vera 19,9%, ið er ein lækking á 0,6 %, og barnafrádrátturin hækkar úr kr. 8.500 upp í kr. 9.000 fyri hvørt barnið. 

Samlaðu inntøkurnar eru mettar at verða 141 mió. krónur og rakstrarútreiðslurnar hækka við umleið 4,5 %, sum í stóran mun er lønarhækkan. 

Av íløgum, ið standa fyri framman, kunnu nevnast skúlaútbygging, vælveruøki, róðrarneystið og útstykking í Syðrugøtu. Eisini eru aðrar smærri verkætlanir við í fíggjarætlanaruppskotinum, og verður øll fíggjarætlanin løgd út eftir 2. viðgerð. 

Kelda & skitsa: eysturkommuna.fo -27. okt. 2023

You may also like

Leave a Comment