Home Fólk og Frítíð Alment reisigildi í Runavík

Alment reisigildi í Runavík

by Lagt út ÓML

Týsdagin hin 23. juli verður alment reisigildi, tá svimjihøllin, sum verður bygd uppí Bylgjuna norðureftir, er komin so væl áleiðis, at sperrurnar eru komnar upp og tryggjaðar.


Bíðað hevur verið eftir møguleikanum at svimja í Runavíkar kommunu í 60 ár, og í hesum umfarinum eru tað á leið 9 ár síðan, at fyrireikingarnar byrjaðu til hesa verkætlanina, sum væntandi verður liðug um eitt lítið ár. Lítið varð gjørt burturúr, táið spakin varð settur í, ístaðin er ætlanin nú at halda reisigildi fyri borgarum okkara í økinum við svimjihøllina. Svimjihøllin er størsta íløgan hjá kommununi nakrantíð. Haldið byrjar týsdagin 23/07/24 kl. 16.
 
Skrá:
·      Jan Alexson, verkætlanarleiðari, greiðir frá inni í hondbóltshøllini.
·      Nes Sóknar Musikkfelag (Hornorkestrið) spælir 3 løg
·      Taekwondo felagið bjóðar okkurt til matna á grillum.
·      Enekk spælir nøkur løg.
·      Marita S. Hentze, býarverkfrøðingur, flytir fram røðu.
·      Kjartan Hansen, stjóri fyri Kanjon, flytir fram røðu.
·      Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, flytir fram røðu.
·      NSM (Hornorkestrið) endar haldið við einum marsji.
 
Øll eru hjartaliga vælkomin.
 
Runavíkar kommuna

You may also like

Leave a Comment