Home Fólk og Samfelag Brenna Kashell McCormick nýggjur býargartnari í Tórshavnar kommunu

Brenna Kashell McCormick nýggjur býargartnari í Tórshavnar kommunu

by OLI M Lassen

Brenna Kashell McCormick er sett sum nýggjur býargartnari í Tórshavnar kommunu. Hon er 36 ára gomul og er fødd og uppvaksin í USA. Seinastu 10 árini hevur Brenna verið búsitandi í Føroyum.

Brenna hevur síðani 2018 starvast sum gartnari hjá Havin.fo. Fyrst sum lærlingur og seinastu tíðina sum dagligur leiðari. Hon hevur góðar førleikar og viðkomandi royndir innan tað, sum krevst at røkja starvið sum býargartnari. Brenna gleðir seg at byrja í starvinum og at arbeiða miðvíst við at menna grønu økini kring alla kommununa.

Brenna tekur við starvinum tann 18. november. Á myndini sæst hon saman við Boga Jacobsen, tekniskum stjóra í Tórshavnar Kommunu, og Heðini Mortensen, borgarstjóra.

Vit ynskja Brennu hjartaliga vælkomnari!

kelda og myn torshavn.fo 7 okt. 2024

You may also like

Leave a Comment