Home Uncategorized Føroyskar fyritøkur millum tær mest nýskapandi í Evropa

Føroyskar fyritøkur millum tær mest nýskapandi í Evropa

by Lagt út ÓML

Meira enn helmingurin av fyritøkum í Føroyum, sum hava tíggju ella fleiri starvsfólk, nýskapa. Føroyskar fyritøkur eru millum tær mest nýskapandi í Norðurlondum og Evropa.

Hagstova Føroya kunnger fyri fyrstu ferð nýggj hagtøl um nýskapan (en: innovation) í samstarvi við Granskingarráðið. Hagtølini eru gjørd eftir altjóða leisti eftir ásetingum hjá Eurostat og Oslo-handbókini um nýskapan. 

Framyvir verða hagtølini gjørd annað hvørt ár, soleiðis at til ber at fylgja gongdini.

58 prosent av fyritøkum nýskapa

Fyritøkur, sum nýskapa, bjóða eina nýggja vøru ella tænastu. Tær kunna eisini hava ment  ella eru í gongd við at menna eina nýggja vøru ella tænastu ella nýggja arbeiðsgongd. Nýskapan fevnir eisini fyritøkur, sum hava framt ella keypt gransking og menning.

Høvuðshagtalið, ið verður nýtt til at máta virksemið innan nýskapan er hvussu stórur partur av fyritøkum nýskapa. Í tíðarskeiðinum frá 2020 til 2022 nýskaptu 58 prosent av føroyskum fyritøkum, sum hava tíggju ella fleiri starvsfólk. Hetta er næsthægst í Norðurlondunum. Í Finnland nýskaptu 61,5 prosent av fyritøkum, í Svøríki 57,6 prosent, meðan tað í Noreg bert var helmingurin (50,5 prosent), í Íslandi 48 prosent og Danmark 46,0 prosent.

Eisini samanborið við Evropa eru føroysku fyritøkurnar eisini væl við í árunum 2020 til 2022. Parturin av fyritøkum, sum nýskapa í londunum í Evropa er rættiliga ymiskur. Í Rumenia eru tað undir 10 prosent, sum nýskapa. Í hinum endanum eru Grikkaland, Týskland og Finnland, har yvir 60 prosent av fyritøkum nýskapa. Føroyar eru beint undir 60 prosent og eru sostatt millum tey fremstu.

Uppgerðin fevnir um tíðarskeiðið, tá koronufarsóttin rakti. Myndin niðanfyri vísir eisini tíðarskeiði fyri koronu. Merkisvert er at parturin av fyritøkum, sum nýskapa, minkaði í fleiri londum í Evropa, í mun til tíðarskeiði undan koronu. Fyrsta uppgerðin av nýskapan fyri Føroyar er fyri tíðarskeiði 2020 til 2022, og tí ber ikki til at samanbera føroysku tølini fyri bæði tíðarskeiðini.

Les meira á Hagstova Føroya

Kelda og mynd inni á grein hagstova.fo 11 okt. 2024

You may also like

Leave a Comment