Spurningurin er um peningastovnarnir hava tikið eina sera skeiva avger, tá teir valdu at menna nýggjan netbanka saman við donskum veitarum og peningastovnum. Aftur í dag sita fólk á skrivstovum og fáa ikki arbeitt tí aftur er ólag á danska netabankanum.
Í roknskapinum hjá fleiri peningastovnum stóð gjøgnum fleiri ár, at ársúrslitið var ikki so gott orsaka av stórum KT íløgum. Út frá hesum kunnu vit skjótt gera eina meting sum sigur at sannlíkt er at peningastovnarnir hava brúkt eina 500 milliónir krónur til hetta prosjekt. Flest øll sum fylgja við vita, at Danmark er um at verða heimsmeistari í vánaligum og kollsigldum stórum almennum KT verkætlanum – skatt – politi – ejendomsvurdering v.m. . Hví ikki brúka føroyska vitan. Vit hava hópin av KT fólkum sum sita í Føroyum og arbeiða fyri útlendskar veitarar. Hvar er Elektron í øllum hesum. Hugsa tær um vit í Føroyum søgdu at vit menna nýggjan KT platform í Føroyum og nýta 300 mió. kr í Føroyum til prosjektið og keypa danskar tænastur sertænastur fyri 200 mió. Kr. So vildi hetta verið munandi íkast til Føroyska samfelagið og landskassan.
Tá peningastovnur bjóðaði til fund um nýggja netabnakan
Jú fólk byrjaði at koma til kunningarfundin og tað sást at bankafólkini vóru stolt tí uppmøtingin sá út til at verða góð, hetta vóru bókhaldarar, grannskoðarar og fíggjarleiðara v.m. fólk sum til dagliga halda skil á at lønir verða fluttar og rokningar goldnar. Men nú gjørdist klokkan 14.00 og fólk blivu við at koma og bankafólkini vóru nú noydd at renna og finna fleiri stólar, nú sæst á andlitsbrotinum at her ruggaði ikki alt rætt og blivu tey meira “strøm” í andlitinum, nú kundi tey so smátt byrja framløgurnar og skjótt merktist av øllum hvøssu spurningum, at hetta var ikki ein netbanki ið var búgvin at rulla út á marknaðin.
I dag eru munandi tillagingar gjørdar og virkar hann nokk sum hann skal. Men tú kanst ikki skriva ein tekst sum er longri enn 30 bókstavir tá tú skal skriva eina viðmerking um flytingina. Hetta virkar sera tápuligt og danskt. Eftir stendur spurningurin hví mentu vit ikki okkara egnu skipan, ella saman við Noreg ella øðrum londum sum hava góðar loysnir at vísa á. Hvar er Elektron í øllum hesum. Vit í Føroyum hava víst at vit duga, vit høvdu ein fínan netbanka og vit mentu heimsins bestu KT skattaskipan. Kanska netbankin virkar aftur nú so eg kann fara til arbeiðis og flyta rokningar og gera lønir. Tað sita kanska eini 500 fólk og bíða eftir at danski netbankin í Føroyum fer at virka aftur.
Havandi í huga at landið eigur stóran ognarlut í einum peningastovni, er eisini undrunarvert at teirra nevndarumboð ikki hava strongt á at roynt at fingið eina føroyska loysn. Tað fæst nokk nógv KT í Føroyum fyri einar 500.000.000 kr.
Óli M. Lassen, reiðari og stjóri á 24.fo