Home Tíðindir Borgarstjórarnir við Skálafjørðin hava skrivað undir sáttmála um keyp av stigabili til SKS.

Borgarstjórarnir við Skálafjørðin hava skrivað undir sáttmála um keyp av stigabili til SKS.

by Lagt út ÓML

Mánadagin 14. okt. undirskrivaðu Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, sáttmála um keyp av einum stigabili av slagnum Rosenbauer. Kostnaðurin er slakar 6,5 mió. kr, sum verður fíggjað yvir tvey fíggarár í mun til fólktalið í kommununum. Eftir ætlan verður stigabiluri avhendaður seint á heysti 2025.

Aftan fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið (SKS) standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, Nes – , Runavíkar- og Sjóvar kommuna. Felagsskapurin var stovnaður fyri 50 árum síðan, tann 4. september 1974. Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum – tey seinastu mongu árini við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen sum varaleiðara.

Fólkatalið í hesum trimum kommunum er nú áleið 7.200, meðan fólkatalið var á leið 4.400, tá ið felagskapurin varð stovnaður. SKS fevnir um eitt rættiliga vítt øki, av Eystnesi og norður til Funnings.

Í stýrinum fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir. Í stýrinum er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varatilbúgvingarleiðarin til fundirnar.

Kelda & mynd: runavik.fo 15. oktober 2024

You may also like

Leave a Comment