Í triðja ársfjórðingi í ár vóru fólkanæturnar á føroysku gistingarhúsunum góðar 93.740 tilsamans. Tað eru slakar 11.290 fólkanætur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ið er ein øking á smá 14 prosent. Kamarsnæturnar vóru knapt 53.630 í tali, ið svarar til eitt nýtslustig á 74 prosent. Ein broyting sæst í hvaðani tey gistandi komu frá. Hetta skrivar Hagstovan.
Fólkanætur telja hvussu nógv fólk gista og hvussu leingi. Um 1 fólk gistir 3 nætur, ella um 3 fólk gista 1 nátt, er talan í báðum førum um 3 fólkanætur tilsamans.
Í triðja ársfjórðingi í ár vóru fólkanæturnar 93.742 tilsamans á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru 11.288 fólkanætur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ið er ein øking á 13,7 prosent.
August er mánaðurin við flest fólkanáttum higartil í ár. Talan er um 34.594 fólkanætur, ið er ein øking á 17 prosent, tá ið samanborið verður við august mánað í fjør. Hetta er samstundis met fyri ein august mánað.Kelda: Hagstova FøroyaFólkanæturFólkanætur á gistingarhúsumSep ’14Jan ’15Mai ’15Sep ’15Jan ’16Mai ’16Sep ’16Jan ’17Mai ’17Sep ’17Jan ’18Mai ’18Sep ’18Jan ’19Mai ’19Sep ’19Jan ’20Mai ’20Sep ’20Jan ’21Mai ’21Sep ’21Jan ’22Mai ’22Sep ’22Jan ’23Mai ’23Sep ’23Jan ’24Mai ’24Sep ‘2420152020020.00040.00024.865
Fólkanætur og innskrivingar á gistingarhúsum
Juli – september 2023/2024
juli – september | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | tal | % | |
Fólkanætur | 82.454 | 93.742 | 11.288 | 13,7 |
Innskrivingar | 29.713 | 33.076 | 3.363 | 11,3 |
Kelda:Hagstova Føroya
Innskrivingarnar fleiri í tali
Innskrivingar vísa talið av fólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.
Innskrivingarnar vóru samanlagt 33.076 í tali triðja ársfjórðing í ár. Hetta eru 3.363 fleiri enn sama tíðarskeið í 2023, og ein øking á gott 11 prosent.
Í miðal hava fólk gist 2,8 nætur fyri hvørja innskriving triðja ársfjórðing í bæði 2023 og 2024.
Størsta broytingin í innskrivingum sæst hjá gistandi við bústaðarlandi uttan fyri Føroyar og Danmark, har innskrivingarnar vóru knappar 3.170 fleiri í triðja ársfjórðingi í ár, tá samanborið verður við í fjør. Fyri gistandi úr Danmark vóru innskrivingarnar gott 1.470 fleiri, ímeðan føroysku innskrivingarnar vóru slakar 1.280 færri í tali fyri sama tíðarskeið.
.
Innskrivingar á gistingarhúsum skiftar á bústaðarland
Juli – september 2023/2024
juli – september | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | tal | % | |
Tilsamans | 29.713 | 33.076 | 3.363 | 11,3 |
Føroyar | 6.461 | 5.183 | -1.278 | -19,8 |
Danmark | 7.795 | 9.268 | 1.473 | 18,9 |
Onnur lond | 15.457 | 18.625 | 3.168 | 20,5 |
Kelda:Hagstova Føroya
33% øking uttan fyri Tórshavnarøkið
Økingin í fólkanáttum í triðja ársfjórðingi í ár sæst um alt landið, men er tað uttan fyri Tórshavnarøkið at økingin í prosentum er størst. Har er talið á fólkanáttum vaksið við einum triðingi, ið svarar til 2.765 fólkanætur, tá ið samanborið verður við somu mánaðir í fjør.
Fólkanætur á gistingarhúsum skift á øki
Juli – september 2023/2024
juli – september | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | tal | % | |
Tilsamans | 82.454 | 93.742 | 11.288 | 13,7 |
Fólkanætur – Tórshavnarøkið | 73.996 | 82.519 | 8.523 | 11,5 |
Fólkanætur – Uttan fyri Tórshavnarøkið | 8.458 | 11.223 | 2.765 | 32,7 |
Kelda:Hagstova FøroyaKelda: Hagstova FøroyaFólkanæturFólkanætur á gistingarhúsum skift á økiTórshavnarøkiðUttan fyri TórshavnarøkiðSep ’14Jan ’15Mai ’15Sep ’15Jan ’16Mai ’16Sep ’16Jan ’17Mai ’17Sep ’17Jan ’18Mai ’18Sep ’18Jan ’19Mai ’19Sep ’19Jan ’20Mai ’20Sep ’20Jan ’21Mai ’21Sep ’21Jan ’22Mai ’22Sep ’22Jan ’23Mai ’23Sep ’23Jan ’24Mai ’24Sep ‘2420152020020.00040.00022.5372.328
Færri føroyingar, fleiri fólk úr øðrum londum
Tá ið hugt verður eftir fólkanáttum skiftar á bústaðarland, sæst at væl færri føroyingar hava gist á gistingarhúsunum triðja ársfjórðing í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Talið er minkað úr 12.659 niður í 11.406 fólkanætur, ið er ein lækking á smá 10 prosent.
Danir hava lagt 625 fleiri fólkanætur eftir sær triðja ársfjórðing í ár, ið eru góð 2 prosent meira enn í sama ársfjórðingi í fjør.
Fólkanæturnar, har ið fólk eru komin úr øðrum londum enn Danmark, eru vaksnar við 11.916 náttum hetta sama tíðarskeiðið. Fyri hendan bólkin eru fólkanæturnar sostatt gott 27 prosent hægri triðja ársfjórðing í 2024 enn í 2023.
Fólkanætur á gistingarhúsum skiftar á bústaðarland
Juli – september 2023/2024
juli – september | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | tal | % | |
Tilsamans | 82.454 | 93.742 | 11.288 | 13,7 |
Føroyar | 12.659 | 11.406 | -1.253 | -9,9 |
Danmark | 26.344 | 26.969 | 625 | 2,4 |
Onnur lond | 43.451 | 55.367 | 11.916 | 27,4 |
Kelda:Hagstova Føroya
Nærum tríggir fjórðingar av kømrunum í brúk
Kamarsnætur telja hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 2 kømur verða brúkt í 2 nætur, er talan um 4 kamarsnætur.
Nýtslustigið vísir í prosentum hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur.
Í ár vóru 53.628 út av 72.189 tøkum kamarsnáttum brúktar triðja ársfjórðingin, ið svarar til eitt nýtslustig á 74 prosent. Sama tíðarskeið í fjør var nýtslustigið 71 prosent, og vóru tøku kamarsnæturnar tá 1.590 færri í tali. Hotel Vágar, ið lat upp aftur í apríl í ár, er sostatt við í tølunum fyri triðja ársfjórðing í ár, men var tað ikki í fjør.
Í miðal vóru 785 kømur tøk um mánaðin, sum svarar til 2.354 kømur samanlagt fyri triðja ársfjórðing í ár.Kelda: Hagstova FøroyaProsentNýtslustig á gistingarhúsum, kømurSep ’14Jan ’15Mai ’15Sep ’15Jan ’16Mai ’16Sep ’16Jan ’17Mai ’17Sep ’17Jan ’18Mai ’18Sep ’18Jan ’19Mai ’19Sep ’19Jan ’20Mai ’20Sep ’20Jan ’21Mai ’21Sep ’21Jan ’22Mai ’22Sep ’22Jan ’23Mai ’23Sep ’23Jan ’24Mai ’24Sep ‘242015202005010066,7 %
Orðalýsingar
Fólkanætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi fólk gista. Um 3 fólk gista 2 nætur, eru hetta 6 fólkanætur.
Innskrivingar telja, hvussu nógv fólk verða innskrivaði. Um 3 fólk skriva seg inn, eru hetta 3 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista.
Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 2 kømur verða brúkt í 2 nætur, er talan um 4 kamarsnætur. Talið á fólki, ið gista, er ikki viðkomandi í hesum sambandi.
Nýtslustigið vísir í prosentum, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur.
Tórshavnarøkið fevnir um Tórshavn, Argir og Hoyvík.
Uppgerðin fevnir ikki um gistingarhúsini í Suðuroy.