Sunda kommuna hevur seinastu árini upplivað ein stóran ferðafólkavøkstur. Saksun, Gjógv og Tjørnuvík eru millum best umtóktu ferðamálini í Føroyum og draga at sær bæði útlendsk og føroysk vitjandi.
Økta talið av útlendskum ferðafólki merkist og leggur stórt trýst á undirstøðukervið og setur krøv til nýggjar hentleikar. Og tá ið øll ferðafólkini leita sær til somu bygdirnar, er vandi fyri at hesar verða ovbyrjaðar. Tí er umráðandi at skapa karmar, soleiðis at ferðavinnan kann mennast ábyrgdarfult og burðardygt við neyðuga fyrilitinum fyri fólki og náttúru
Ferðavinnan í tølum
Í 2019 vóru umleið 140.000 útlendsk ferðafólk í Føroyum. Í 2020, tá ið Koronafarsóttin legði ferðavinnuna lamna, komu bert 30.000 útlendsk ferðafólk til Føroyar og í 2021 vitjaðu umleið 50.000 ferðafólk
Ferðavinnan hevur ment seg aftur og VFI væntar, at umleið 140.000 útlendsk ferðafólk vitja í Føroyum í ár.
Eingi neyv hagtøl eru fyri, hvussu nógv ferðafólk vitja í Sunda kommunu. Metingar av hesum byggja á ferðafólkakanningar og ferðsluteljingar. Sambært Gallup kanning hjá VFI, sum varð gjørd á sumri 2018, eru Gjógv, Saksun og Tjørnuvík millum best umtóktu ferðamálini í Føroyum. Í 2018 vitjaðu 61,5 prosent av teimum spurdu útlendsku ferðafólkunum við Gjógv, 57,8 prosent í Saksun og 34,6 prosent í Tjørnuvík.
Nýta vit hetta sum grundarlag kann væntast, at umleið 90.000 útlendsk ferðafólk vitja við Gjógv og í Saksun í ár. Góðveðursdagar vitja eisini nógvir føroyingar. Landsverk ger teljingar av ferðsluni á Saksunarvegnum. Ferðslan er hægst í juni, juli og august mánaði, sum er høvuðstíð í ferðavinnuni. Í juli mánaði 2021 koyrdu 266 akfør á Saksunarvegnum í miðal um dagin. Til samanlíkningar koyrdu omanfyri 350 akfør í miðal í 2018 og 2019 sama tíðarskeið, áðrenn Korona byrjaði at gera um seg2. Vanliga ferðslan á umleið 50 bilar um dagin er í tíðarskeiðinum desember, januar og februar.
Kelda & myndir: sunda.fo 2024