Home Fólk og Samfelag Tvey nýggj starvsfólk á Teknisku deild

Tvey nýggj starvsfólk á Teknisku deild

by Lagt út ÓML

Ann Fuglø er sett sum byggifrøðingur á Teknisku deild í kommununi og Jenny Danielsen er sett sum samskipari á Teknisku deild.

Ann Fuglø er 55 ára gomul og er sett sum byggifrøðingur á Teknisku deild í kommununi. Hon er útbúgvin byggifrøðingur frá Horsens tekniske skole í 1996. Hon hevur yvir 20 ára royndir sum byggifrøðingur bæði í privatu vinnuni og seinast sum tekniskur leiðari í Eiðis kommunu.

Jenny Danielsen er 48 ára gomul og er sett sum samskipari á Teknisku deild. Hon hevur útbúgving sum skrivstovufólk innan almenna fyrisiting. Harumframt hevur hon førleikament seg innan leiðslu og samskifti. Hon kemur úr einum starvi í barnaverndartænastuni við Skálafjørðin seinastu fimm árini, og er eisini eitt kent andlit í kommununi, har hon hevur starvast í 11 ár.

Kelda & mynd: runavik.fo09. desember 2024

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More