Home Fólk og Samfelag Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. november — vøksturin er 0,5%

Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. november — vøksturin er 0,5%

by Lagt út ÓML

1. november búðu 54.648 fólk í Føroyum. Tað eru 250 fleiri enn 1. november í fjør. Vøksturin er 0,5%, og tað er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,8%. Hetta skrivar Hagstova Føroya í dag.

Hóast fólkatalið framvegis veksur, so er vøksturin minkandi. Seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 250. Til samanberingar vaks tað við knapt 450 í undanfarna tíðarskeiði og við á leið 800 fyri fimm árum síðani. Minni burðaravlop og uppaftur minni nettoflyting minka um fólkavøksturin. Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova FøroyapersónarFólkataliðMáltTrendur1985 januar1986 mai1987 september1989 januar1990 mai1991 september1993 januar1994 mai1995 september1997 januar1998 mai1999 september2001 januar2002 mai2003 september2005 januar2006 mai2007 september2009 januar2010 mai2011 september2013 januar2014 mai2015 september2017 januar2018 mai2019 september2021 januar2022 mai2023 september40.00045.00050.00055.00060.00054.648,0

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum til- og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar taldi 250 fólk og kom av einum burðaravlopi á 130 og eini nettoflyting á 120 fólk. Seinast, tá samlaða nettoflytingin fyri eitt tólv mánaða skeið var minni enn samlaða burðaravlopið, var fyri tíggju árum síðani. 

Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar var næstan 200 fólk minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Minni burðaravlop og uppaftur minni nettoflyting minka um fólkavøksturin. Burðaravlopið minkaði, serliga tí færri vóru fødd. Nettoflytingin minkaði meir enn burðaravlopið, serliga tí færri fluttu til Føroya enn í undanfarna tíðarskeiði. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri. m11

Færri verða fødd

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram, meðan gongdin í deyðatalinum er við tað sama. Kelda: Hagstova FøroyapersónarFødd og deyðMált – føddMált – deyðTrendur – føddTrendur – deyð1985 januar1986 september1988 mai1990 januar1991 september1993 mai1995 januar1996 september1998 mai2000 januar2001 september2003 mai2005 januar2006 september2008 mai2010 januar2011 september2013 mai2015 januar2016 september2018 mai2020 januar2021 september2023 mai0255075100

Færri flyta

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gongdin í bæði til- og fráflytingini fyri hvønn mánaða er framvegis minkandi. Tilflytingin minkar nakað meiri enn fráflytingin minkar, og tað hevur við sær, at nettoflytingin minkar.Kelda: Hagstova FøroyapersónarFlyting til og úr FøroyumMált – tilflytingMált – fráflytingTrendur – tilflytingTrendur – fráflyting1985 januar1986 oktober1988 juli1990 apríl1992 januar1993 oktober1995 juli1997 apríl1999 januar2000 oktober2002 juli2004 apríl2006 januar2007 oktober2009 juli2011 apríl2013 januar2014 oktober2016 juli2018 apríl2020 januar2021 oktober2023 juli0100200300

Flytingar og bústaðartilknýti

Tá flytingarnar verða skiftar á bústaðartilknýti sæst, at minkingin í nettoflytingini seinastu tólv mánaðirnar var millum teirra, sum ikki hava bústaðartilknýti til Føroya. Høvuðsorsøkin er, at færri uttan bústaðartilknýti fluttu til Føroya enn frammanundan. Nettoflytingin kundi verið minkað enn meiri, um gongdin í fráflytingini í undanfarnu tíðarskeiðunum helt fram. Men hetta seinasta árið vóru tað færri, bæði við og uttan bústaðartilknýti, sum fluttu úr Føroyum enn frammanundan. Talvan niðanfyri vísir flytingar til og úr Føroyum skiftar á bústaðartilknýti í fimm teimum seinastu tólv mánaða skeiðunum. 

Millum teirra, sum hava bústaðartilknýti til Føroya, hevur nettoflytingin verið negativ øll fimm tíðarskeiðini, sum eru við í talvuni niðanfyri. Hetta seinasta árið var hon tó eitt vet minni negativ enn frammanundan. Færri við bústaðartilknýti fluttu til Føroya, men uppaftur færri við bústaðartilknýti fluttu úr Føroyum.

Hesi fimm tíðarskeiðini er samlaða nettoflytingin spakuliga minkað. Tvey tey seinastu tíðarskeiðini var tað nettoflytingin millum teirra uttan bústaðartilknýti sum minkaði um samlaðu nettoflytingina, meðan tað harafturímóti var nettoflytingin millum teirra við bústaðartilknýti, sum minkaði um samlaðu nettoflytingina í trimum teimum undanfarnu tíðarskeiðunum.fl

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

Les meira her

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More